Hondbóltur

Fegnast um stóra áhugan - harmast um vantandi pláss

- Vit kunnu gleða okkum til EM-undankappingardystirnar í vár, tá pláss verður fyri upp ímóti 3.000 áskoðarum. Hetta sigur stjórin í HSF, Andrass Thomsen, við Portalin um áskoðaraáhugan fyri manslandsliðnum.

- Tað er lutfalsliga lætt at ferðast til Litava, so vit eru væl nøgd við, at dysturin verður leiktur har. Tað mest umráðandi er, at vit nú vita, hvar dysturin verður spældur. Áheitanir hava eisini verið um útivallaratgongumerki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað er lutfalsliga lætt at ferðast til Litava, so vit eru væl nøgd við, at dysturin verður leiktur har. Tað mest umráðandi er, at vit nú vita, hvar dysturin verður spældur. Áheitanir hava eisini verið um útivallaratgongumerki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-17 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst í ár var av álvara hondbóltsfepur í Føroyum, tá manslandsliðið fyrireikaði seg til EM og síðani spældi eitt frálíkt endaspæl í Týsklandi.

Var javnleikurin móti Noreg 13. januar í Berlin størsta føroyska ítróttarløtan í 2024, so var tapið við átta málum í Skopje 12. mai helst størsta vónbrotið. Føroyar vóru heilt nær einum plássi í HM-endaspæli, men ov nógv eydnaðist ikki og koppaði ikki til Føroyar á degnum.

Skjótt byrjar eitt nýtt kapittul hjá manslandsliðnum. Í november skulu Føroyar undir undankappingina til HM-endaspælið í 2026. Vegna úrslitini seinastu árini, vóru Føroyar í næstovasta styrkisbólki til lutakastið og endaðu í undakappingarbólki saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo. 

Eitt á pappírinum gott lutakast, og Føroyar koma til HM við minst einum 2. plássi í bólkinum. Fýra teir bestu trý'ararnir, av teimum átta í undankappingini, spæla seg eisini til endaspælið.

[object Object]

[object Object]
Høllin á Hálsi hevur verið ein heilt góður heimavøllur fyri Føroyar seinastu árini, og tað tekur nú onga tíð at fylla høllina. Hon er tó heldur lítil (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta uppgávan verður Kosovo á heimavølli 6. november. At stórur áhugi er fyri fyrsta dystinum hjá manslandsliðnum á føroyskari jørð í nærum hálvt ár er ikki so óvæntað. Atgongumerki vórðu sett til sølu á middegi mikudagin, og eftir bert hálvan tíma vóru øll burtur.

- Vit fegnast um stóra áhugan fyri manslandsliðnum, men samstundis harmast vit sjálvandi um, at tað eru nógv, ið ikki sleppa til dystin á Hálsi tann 6. november. Vit kunnu tó gleðast um, at til dystirnar í vár koma vit spæla við Tjarnir, og tá verður pláss fyri upp ímóti 3000 áskoðarum.

Hetta sigur Andrass Thomsen við Portalin.

Stjórin í Hondbóltssambandi Føroya hevði sjálvandi vilja havt uppaftur fleiri fólk inn til fyrsta EM-undankappingardystin. Tað eru tó bert pláss fyri líka yvir 1.500 fólki til landsdystir á Hálsi. Fleiri atgongumerki fara til stuðlar og onnur, so nýggja høllin í Hoyvík verður sum ein kollvelting.

Sí eisini: Stórhøllin við Tjarnir innilokað - stendur liðug í januar (Myndir)

Kríggj orsøkin til serstøku staðsetingina

Uppgáva nummar tvey í undankappingini verður serstøk fyri Peter Bredsdorff-Larsen og hansara menn. Eins og í seinastu EM-undankapping, eru Føroyar í bólki við Ukraina, sum er í serstøðu.

- Orsakað av krígginum, hevur ikki verið møguligt hjá Ukraina at spæla á heimavøllli seinastu tvey árini. Tað hevur tí verið óvíst, hvar dysturin í november verður spældur.

[object Object]
Teis Horn Rasmussen og hinir vunnu greitt í lykladystinum móti Ukraina á heimavølli í undankappingini í fjør - tað er tó enn ikki eydnast at vinna á útivølli móti ukrainum (Mynd: Sverri Egholm) 

Hesum greiðir Andrass Thomsen Portalinum frá. Fleiri møguleikar hava verið - millum annað hevur HSF bjóðað ukrainum at spæla dystin á Hálsi. Í seinastu viku gjørdist tó greitt, at høvuðsstaðurin í Litava verður karmur um Ukraina - Føroyar 10. november.

- Vit hava nú fingið boð um, at dysturin verður spældur í Vilnius í Litava. Tað er lutfalsliga lætt at ferðast til Litava, so vit eru væl nøgd við, at dysturin verður leiktur har. Tað mest týdningarmikla fyri okkum var at fáa endaliga staðfest, hvar dysturin skal spælast, so vit kundu byrja at fyrireika ferðingina.

Hetta er Hondbóltssambandið nú í gongd við. Eisini verður hugt eftir at hjálpa føroyskum útiáskoðarum at útvega atgongumerki til tað, sum helst verður ein lykladystur í bólkinum.

- Vit hava fingið nakrar fyrispurningar frá føroyingum, ið umhugsa fara til Vilnius, men vit hava ikki fingið kunning um atgongumerki enn, sigur stjórin í Hondbóltssambandinum at enda.

Dysturin í Vilnius verður sama dag, sum Litava spælir heimadyst í somu høll, stóru og snøggu Avia Solutions Group Arena. Litava spælir EM-undankappingardyst móti....Norðurmakedónia.

Undankappingin til EM-endaspælið 2026
1. umfar, mikudagin 6. november
Føroyar - Kosovo (Høllin á Hálsi)

2. umfar, sunnudagin 10. november
Ukraina - Føroyar (Avia Solutions Group Arena, Vilnius)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder