Hondbóltur

Útselt eftir hálvum tíma

Aftur var gravgangur eftir at fáa atgongumerki til hondbóltslandsdyst.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-11 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gongur rættiliga nógv betri hjá hondbóltinum enn fótbóltinum at selja atgongumerki til sínar heimadystir hjá landsliðunum.

Á middegi í setti Hondbóltssamband Føroya atgongumerkini til komandi undankappingardyst hjá mandlandsliðnum móti Kosovo til sølu á nettænastuni atgongumerki.fo.

Tað tók umleið ein hálvan tíma, so var útselt.

Landsdysturin millum Føroyar og Kosovo verður spældur í høllni á Hálsi mikudagin 6. november kl. 19. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder