Fótbóltur

Fepurin er høgur

Tað er langt síðani, at fótbóltsfepurin hevur verið so høgur í Danmark ella Onglandi. Liðið hjá Southgate er á heimavølli og á gáttini til sína fyrstu EM-finalu nakrantíð. Danmark kann forða fyri hesum við at skriva enn eitt kapittul í ævintýrinum.

Fjepparar hjá Onglandi hita upp við Wembley. Roykurin er reyður, men tað eru teir reyðkløddu, ið eru fíggindin í kvøld og skulu skúgvast til viks, áðrenn fyrsta finalan hjá landinum er á skránni (Mynd: EPA)

Fjepparar hjá Onglandi hita upp við Wembley. Roykurin er reyður, men tað eru teir reyðkløddu, ið eru fíggindin í kvøld og skulu skúgvast til viks, áðrenn fyrsta finalan hjá landinum er á skránni (Mynd: EPA)

2021-07-07 18:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey hittust í HM-áttandapartsfinalu í Japan fyri beint yvir 19 árum síðani. Tá ivaðust nógvir føroyingar, hvørjum teir skuldu halda við. Tað var tó langt frá tann spenningurin og tað hugalagið upp til dystin, sum tað hevur verið til dystin í kvøld í hesum báðum londunum.

Tey hittust eisini í fyrsta umfari í EM-bólkaspælinum í Svøríki í 1992. Eingin væntaði nakað av dønum, sum so at siga vórðu boðsendir úr summarferiu, tí Jugoslavia brádliga var úti. Meira varð væntað av Onglandi - fótbóltsins móðurlandið - ið hevði verið í hálvfinaluni til HM-endaspælið tvey ár frammaundna. Men liðið var ikki eins sterkt, venjarin ein annar, og andin ikki tann sami. Tað endaði málleyst móti Danmark, "leyvurnar" fóru heim eftir bólkaspælið, meðan liðið hjá Richard Møller Nielsen endaði sum evropameistari og harvið gjørdi nakað, ið einki enskt lið nakrantíð hevur gjørt.

Les eisini: Fyri fjórðu ferð

EM-endaspælið fýra ár seinni varð hildið í Onglandi. Spania varð bast í fjórðingsfinaluni eftir brotssparkskapping, men í hálvfinaluni endaði tað við tapi í hesari greinini. Tað var núverandi høvuðsvenjarin, Gareth Southgate, ið brendi, tað sum gjørdist seinasta brotssparkið. Tí hevði tað á ein hátt verið lagnnunar speisemi, um Southgate 25 ár seinni var maðurin, ið førdi Ongland til sína fyrstu EM-finalu - tað hevur ikki verið so nær við síðani - og "fekk fótbóltin heim". Hetta ganga onglendingar og vóna nú. Summir eru heilt nervøsir, meðan aðrir eru vísir í,  at tað fer at eydnast, og tað tykjast miðlarnir eisini at vera. Ongland er eisini favorittur í kvøld og er á heimavølli. Hetta seinna merkir, at yvir 50.000 áskoðarar vera til staðar, ið halda við Onglandi. Hetta kann vera ein stórur fyrimunur, men leggur eisini eitt ávíst trýst á heimaliðið.

[object Object]Uttanfyri Wembley fyrr í kvøld

[object Object]
Dannebrog og í høvuðsheitinum reytt og hvítt er so at siga at síggja allastaðni í Danmark í dag (Myndir: EPA)

Glóðheitir leikarar

7.900 danir vera til staðar í London. Í Danmark verður ikki tosað um nakað serligt annað enn fótbólt, nú "donsku dreingirnir" eru á gáttini til at røkka sínari EM-finalu nummar tvey í søguni. Tíggju mál og tríggir sigrar á rað geva av álvara vón um, at tað ber til, men nú er mótstøðan størri, og danir eru beinleiðis á útivøll fyri fyrstu ferð í endaspælinum. Tað eydnaðist at vinna á Wembley í Nations League síðsta heyst, men tá vóru eingir áskoðarar, Harry Maguire fekk reytt kort í fyrsta hálvleiki, og Christian Eriksen skoraði einasta málið í dystinum.

[object Object]
Southgate takkar Eriksen fyri dystin, ið endaði 0-1 (Mynd: EPA)

Ongland hevur ikki latið nakað mál inn í sínum fimm dystum í endaspælinum, hevur eina sterka eind við verjukenda partinum og sera vandamiklar leikarar frameftir. Raheem Sterling hevur trý mál og eitt upplegg í endaspælinum, Harry Kane hevur skorað trý mál í teimum báðum knock-out dystum, vinstri bakkurin Luke Shaw hevur verið við í fýra málum í hesum dystinum, og so eru nógvir aðrir rundanum um, ið hava nógvar dygdir: Mount, Grealish, Foden, Saka o.s.fr.

[object Object]
Leikararnir hjá Ongland á Wembley fyri løtu síðani (Mynd: EPA)

Danir eru tó avgjørt eisini vælskipaðir undir Kasper Hjulmand, hava ein stinnan málverja í Kasper Schmeichel, ein sterkan leiðara í miðverjuni í Simon Kjær, ein frálíkan vongbakk í Joakim Mæhle, ein miðvøll við Højbjerg og Delaney, sum kann standa teimum flestu kurl, og so ein áleypara, ið hevur trý mál seinastu tveir dystirnar í Kasper Dolberg, umframt leikarar rundanum um við heilt ymiskum dygdum: Damsgaard (tættar driblingar og góðan høgra fót), Yussuf Poulsen (rástyrki, ferð og øðiligan arbeiðsvilja), Martin Braithwaite (nógva ferð og avbjóðandi stíl)

Hvør vinnur so? Og hvørjum halda til dømis føroyingar við. Á forsíðu okkara ber til at svara uppá tann senna spurningin. Har hava næstan 6.000 givið sína meining til kennar, og tveir triðingar halda við Danmark í kvøld. Viðvíkjandi fyrra spuninginum: Tað fáa vit svar uppá um nakrar tímar. Ongland er favorittur, danir vilja helst gera alt fyri at leingja hetta ótrúliga summarið, nú finaluplássið er uppá spæl.


EM-hálvfinalur
Í kvøld - 7. juli

Wembley, London
20.00: Ongland - Danmark
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder