"Nær hevur tað verið heima"? Soleiðis svaraði Kasper Schmeichel einum bretskum tíðindamanni aftur, tá hann spurdi danska málverjan, ið tað mesta av sínum lívi hevur búð í Onglandi, hvat tað hevði merkt fyri Danmark at støðgað tí - fótbóltinum - at koma heim
Spurningurin hjá Schmeichel var eitt slag av priki, og hann helt á við at vísa á, at Ongland ongantíð hevur vunnið EM. Tað hevur Danmark, og tað var tá pápi nú 34-ára gamla Kasper, ið meistarliga vardi danska málið. Í 1992 vunu danir á táverandi evropeameistarunum úr Niðurlondum í brotssparkskappingini í hálvfinaluni, áðrenn Vesturtýskland varð koppað í finaluni í Göteborg. Átta ár frammanundan taptu danir í brotssparkskapping fyri Spania í hálvfinaluni - eins og tað var átta ár seinni vóru átta lond við til endaspælið.
Les eisini: - Hevur tað nakrantíð verið heima
Kasper Schmeichel er ein lyklaleikari hjá danska landsliðnum. Leicester-málverjin hevur nú sín størsta dyst sum landsliðsleikari fyri framman (Mynd: EPA)
EM 1984 var fyrsta veruliga endaspælið, ið danir høvdu verið til, og tað var har "roligan-rørslan" av álvara tók dik á seg. Eftir nógv ár í oyðimørkini, har so at siga allir leikararnir vóru amatørar, kom gjøgnumbrotið á stóra pallinum í undankappingini - serliga við dystunum móti Onglandi. Jesper Olsen tryggjaði Danmark javnleik í gomlu Ítróttarparkini í 1982 við frálíkum einmansavriki, og í dystinum á Wembley árið eftir skoraði Allan Simonsen einasta málið, ið fyrrverandi Balon d'Or vinnarin skoraði við brotssparkið. Danmark hevði eisini verið í hálvfinaluni í EM í 1964, men tá varð tað bara skipað sum undandystir - heima og úti - og so "Final Four" í einum landi. Donsku amatørarnir vóru ógvuliga hepnir við lutakastinum til undandystirnar, tí mótstøðuliðini vóru Malta, Albania og Luksemborg. Í hálvfinaluni í Barcelona vann Sojvetsamveldið greiðan 3-0 sigur.
Brot úr dystunum millum Danmark og Ongland í undankappingini til EM 1984. Úrslitini prógvaðu, at Danmark var á veg fram
Ongland var millum tey fýra londini, ið spældu í Italia í 1968. Jugoslavar vóru stinnari í hálvfinaluni og eftir nógv vónbrot komandi mongu árini, stóð Ongland aftur í einari EM- hálvfinalu í 1996. Hesuferð var tað á Wembley. Nakrar dagar frammanundan hevði heimaliðið vunnið brotssparkskapping á Spania á sama leikvølli. Hetta var fyrstu ferð, og fram til dystin móti Týsklandi á nýggja Wembley fyri átta døgum síðani einastu ferð, at Ongland hevði vunnið ein EM knock-out dyst.
Í hálvfinaluni í 1996 endaði tað við tapi í brotssparkskapping, og síðani hevur Ongland ikki verið nærri við at koma í finaluna í einum endaspæli. Dysturin í kvøld verður tann triði uppá fýra ár, ið er ein hálvfinala. Í HM 2018 og Nations League 2019 endaði tað við tapi í longdari leiktíð - fyri ávíkavist Kroatia og Niðurlondum.
Southgate eftir 4-0 sigurin á Ukraina í fjórðingsinaluni í Rom. Úrsltiið syrgdi fyri, at Ongland annað stóra endaspæl á rað skal spæla eina hálvfinalu, og hetta er óvanligt. Tað merkir eisini, at "Three Lions" sluppu aftur til Wembley (Mynd: EPA)
Nú skal tað verða hjá Onglandi, sum í hesum endaspælinum millum annað hevur bast Týsklandi, einki mál hevur latið inn og hevur heimavallarfyrimunin. Gareth Southgate tosaði á tíðindafundinum í gjár um, at tað at nógvir leikarar nú hava staðið í hálvfinalum kann hjálpa í kvøld, og at teir av álvara eru í gongd við at flyta seg og bróta múrar niður. Enski landsliðsvenjarin gjørdi greitt, at hann metir, at enski siðaarvurin í stórum kappingum ikki er so stórur og ríkur, sum onglendingar ofta ganga og halda. Hann nevndi sum dømi, at hetta enska liðið kann gerast tað fyrsta at spæla seg í eina EM-finalu. Bara tað at landið annað stóra endaspælið á rað stendur í einari hálvfinalu er óvanligt.
Ongland er favorittur at gera hetta, men danir tykjast at ríða á einari bylgju, og síðst liðið hjá Hjulmand vitjaði á Wembley endaði tað við 1-0 sigri - eins og í søguliga dystinum í 1983. Eins og tá var tað við brotssparki. Christian Eriksen skoraði fyri Danmark í Nations League-dystinum, har danir tó vóru í yvirtali eftir reyða kortið hjá Maguire. Í kvøld skulu aðrir royna at fáa bóltin framvið Jordan Pickford, ið eingin hevur megnað í hesum endaspælinum. Hetta skal eydnast, um ikki annað í einari møguligari brotssparksapping, um danir fyri aðru fer skulu spæla seg í eina EM-finalu. Har bíðar Italia eftir vinnaranum í kvøld. Gli Azzuri spældi seg í gjár í EM-finaluna fyri fjórðu ferð.
EM-hálvfinalur
Í kvøld - 7. juli
Wembley, London
20.00: Ongland - Danmark
Í gjár - 6. juli
Wembley, London
Italia - Spania 1-1 eftir vanliga leiktíð - 5-3 eftir brotssparkskapping
60' Federico Chiesa 1-0
80' Alvaro Morata 1-1
Brotssparkskapping:
Simon bjargar royndini frá Locatelli
Dani Olmo skýtur uppum
Andrea Belotti 2-1
Gerard Moreno 2-2
Leonardo Bonucci 3-2
Thiago Alcantara 3-3
Federico Bernardeschi 4-3
Donnarumma bjargar royndini frá Morata
Jorginhi 5-3
Les eisini: Italia er fyrri finalisturin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald