Nógv fólk var savnað til tiltakið, sum Klaksvíkar kommunu skipaði fyri fyrrapartin, í samband við at ferðin hjá Team Rynkeby nú er byrjað. Ferðin verður ikki til París í ár, orsakað av koronustøðuni - ístaðin verður súkklað í Danmark.
Borgarstjórin, Karl Johanesen, byrjaði løtuna við at minnast Guttorm Sørensen, sum í dag verður fylgdur til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Síðani helt borgarstjórin røðu fyri súkklarunum.
Øll røðan og fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu
Súkklararnir vórðu heiðraðir við fløggum, køkum og sangi, og tónleikur var á skránni, áðrenn fráferð var av Helnabrekku á eystara armi í Klaksvíki, og teir fyrstu 100 kilometrarnir á túrinum lógu fyri framman.
Mynd: Klaksvíkar kommuna
Í løtuni eru rynkurnar, sum í kvøld fara við Norrønu til Danmarkar, á eystara armi á Skálafjørðinum, har vitjað verður ymsastaðni. Síðani gongur leiðin til høvuðsstaðin, men steðgað verður í Streymnesi fyrst. Leygardagin 10. juli kemur Norrøna til Hirtshals, og tá verða fyrstu 109 kiliometrarnir í Danmark súkklaðir.
Samanlagt súkklar Team Rynkeby Føroyar 1.260 kilometrar á túrinum.
Les eisini: Skulu súkkla yvir 1.000 kilometrar í Danmark
Hetta er skráin hjá súkklarunum fyri dagin:
Kl. 10:30: Helnabrekka í Klaksvík
Kl. 11.15: Fráferð úr Klaksvík
Kl. 13.05: Bátafelagið á Toftum
Kl. 13:50: Betri í Saltangará
Kl. 14:25: Bakkafrost
Kl. 15:55: Margáir
Kl. 18:25: Móttøka á Perlutorginum við Reinsaríið
Fótbóltur
Ferðin hjá Team Rynkeby er byrjað
Í ár súkklað tey í gulum og svørtum fyri tað mesta í Danmark. Tiltak var fyri súkklarunum í Klaksvík fyrrapartin. Nú eru tey á Skálafjørðinum, og síðani gongur leiðin til Tórshavn. Í kvøld fer ferðalagið av landinum við Norrønu.
Súkklararnir fara her frá staðnum, sum í Klaksvík vanliga verður nevnt Rynkeby (Mynd: klaksvik.fo)
2021-07-08 13:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald