Seinnapartin hevði KÍ sína seinastu venjing undan Champions League-dystinum móti Ferencvarósi, sum verður á Djúpumýru í annaðkvøld. Teir í KÍ-leguni síggja bjart uppá tað, men ásanna eisini at hetta verður ógvuliga torført, og at man skal spæla upp til sítt allarbesta fyri at hava ein møguleika.
Sí eisini:
Magne Hoseth: - Trúgvi at vit kunnu loypa hvøkk á teir
Jákup Biskopstø Andreasen: - Vit skulu nokk vera sterkir í morgin
Myndir: Klárir til Champions League í Klaksvík
Eftir venjingina hjá KÍ kom stórt ungarskt fylgi. Felagið hevur heil seks fólk, sum taka sær av ymsari miðling, og tveir journalistar frá stórum ungarskum miðlum vóru eisini í KÍ-høllini. Har var ein stuttur tíðindafundur, har venjarin Stanislav Cherchesov svaraði uppá nakrar spurningar.
Hann er russari men svaraði uppá spurningar á týskum - tulking var báðar vegir. Hetta kemst av, at Cherchesov spældi í Týsklandi í nógv ár. Hann hevur eisini verið venjari har. Hann var í nítiárunum málverji á russiska/sovjetiska landsliðnum. Samanlagt gjørdist talan um 49 landsdystir. Ein av teimum var á Svangskarði í september í 1995, tá Cherchesov lat tvey mál inn. Tað seinna skoraði klaksvíkingurin Todi Jónsson, tá hann tíggju minuttir eftir hálvleik legði Føroyar á odda 2-1.
Russland vann tó á endans 5-2, og í morgin skal Stanislav Cherchesov aftur royna at koppa liði á føroyskari jørð. Í mun til undirlagið, ið er øðrvísi enn tað Ferencvarósi vanliga spælir á, so kundi venjarin avdúka, at ungarska meistaraliðið ikki hevði vant á graslíkisvøllinum, ið er beint við venjingarvøllin hjá felagnum sum fyrireiking. Hetta tí at tað er so øðrvísi enn tað við Djúpumýru, sum teir í kvøld royndu seg á.
Ferencvárosi hevði í kvøld stutta venjing við Djúpumýrar. Hópurin kom til landið í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Russin hevur áður verið í Føroyum - sum málverji (Mynd: Sverri Egholm)
Í mun til veðrið, so er tað helst perfekt til fótbólt, gjørdi Cherchesov greitt, at tá ungarskur tíðindamaður spurdi um føroyka veðurlagið.
Venjingarstøðan hjá liðnum er góð, fekk hann eisini staðfest, og teir nýggju spælararnir eru komnir væl inn í hópin. Ferencvárosi hevur spælt nakrar venjingardystir í seinastuni. Deildin í Ungarn endaði síðst í mai, og russiski venjarin hjá liðnum er greiður um, at liðið nú veruliga skal í gongd, nú talan er um kappingardystir.
- Hetta er fyrsta umfar í Champions League. Ein veruligur dystur og nakað annað enn venjingardystir. Vit noyðast at vera heilt til reiðar í morgin
Les eisini: Mótstøðuliðið hjá KÍ hevur fleiri stór úrslit seinastu árini
Í mun til mótstøðuliðið segði maðurin, sum í 2018 stjórnaði russiska manslandsliðnum til fjórðingsfinalu í HM á heimavølli, at hann hevði sæð flestu av dystunum hjá KÍ seinastu tíðina. Eisini høvdu teir í venjaratoyminum sæð evropeiskar dystir hjá KÍ, men tað eru nýggjastu dystirnir, sum siga mest, helt Stanislav Cherchesov fyri.
Tá Norðlýsið/bolt.fo til endans spurdi, um tað vóru nakrir serligir spælarar hjá KÍ, ið vakti ans, staðfesti venjarin turrisliga:
- Eg sigi ikki nakað um einstakar spælarar. Eg vil bert úttala meg um liðið sum heild.
KÍ og Ferncvarósi spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 við Djúpumýrar. Kringvarpið vísir dystin.
Nógv umboð úr Ungarn til staðar (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald