
Spanski áleypararin Fernando Torres, sum á síni yrkisleið hevur spælt við Liverpool, Chelsea, AC MIlan og Atletico Madrid, skiftir nú til japanska Sagan Tosu.
- Eg havi fingið tilboð úr Fraklandi, Týsklandi og enntá eitt úr Spania, men eg ynski eina nýggja avbjóðing á einum heilt øðrum stað, sigur Fernando Torres við Reuters.
34 ára gamli Torres hevur spælt við Atletico Madrid síðani 2015. Hann byrjaði eisini sína yrkisleið hjá Atletico í 2001, áðrenn hann í 2007 fór til Liverpool. Í 2011 skifti hann til Chelsea, áðrenn hann fór til AC Milan um summarið 2014. Longu í januar 2015 skifti hann aftur til Atletico Madrid.
Torres hevur vunnið EM í 2008 og 2012, og HM í 2010 við spanska landsliðinum. Hann hevur spælt 110 landsdystir og skotið 38 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald