Fótbóltur

Fifa leggur trýst á Iran: Kvinnur skulu sleppa til fótbóltsdyst

Mánadagin doyði ein kvinna eftir at hava sett eld á seg sjálva sum mótmæli, eftir at hon stóð til at fáa upp móti seks mánaðar í fongsli fyri at sníkja seg inn at hyggja eftir fótbóltsdysti.

Iranskar kvinnur mótmæla í sambandi við ein vinardyst millum Iran og Svøríki í Stockholm í 2015 (Mynd: Scanpix)

Iranskar kvinnur mótmæla í sambandi við ein vinardyst millum Iran og Svøríki í Stockholm í 2015 (Mynd: Scanpix)

2019-09-12 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nógv ár hava kvinnur ikki havt atgongd til fótbóltsdystir í Iran.

Altjóða fótbóltssambandið, Fifa, hevur annars heitt á Iran um at broyta lógina, men lógin er enn ikki broytt.

Men nú er Fifa undir stórum trýsti frá umheiminum, eftir at ein 29 ára gomul kvinna setti eld á seg sjálva fyri at mótmæla forboðnum, skrivar DR.

29 ára gamla kvinnan, Saha Khodayari, setti eld á seg sjálva 2. september, eftir at hon hevði fingið at vita, at hon stóð til at fáa upp móti seks mánaðar í fongsli, tí hon hevði sníkt seg inn at hyggja eftir einum dysti í mannfólkaklæðum.

Tað var í mars, at Sahar Khodayari royndi at sníkja seg inn at hyggja eftir einum dysti millum yndislið hennara, Esteghal, og Al Ain úr Sameindu Arabisku Emiratunum. Hon kom tó ikki serliga langt, tí hon varð steðgað av løgregluni.

Saha Khodayari doyði mánadagin á sjúkrahúsi í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, eftir at hava ligið í respiratori í eitt sindur meira enn eina viku.

Fifa hevur heitt á Iran um at broyta lógina, áðrenn HM-undarkappingardystin millum Iran og Kambodia 10. oktober, og nú hevur Fifa boðað frá, at mann fer at senda eina sendinevnd til Iran fyri at meta um, hvussu tað gongur við fyrireikingunum at loyva kvinnum inn á leikvøllin.

Fifa hevur áður revsað lond, m.a. Nigeria og Pakistan, har lokalu fótbóltssambondini ikki hava fylgt reglunum.

Í Iran hevur ikki verið loyvt kvinnum at farið inn á leikvøllin síðan islamisku kollveltingina í 1979.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder