Í næstum verður nógvur dentur lagdur á e-fótbólt í Føroyum. Talan er um nýstovnaðu Fifakappingina, Fifa e-cup, ið er gjørd í samstarv við eSport Føroyar og nakrir vinnulívsmenn, sum brenna fyri fifa.
– Í útlondunum er e-fótbóltur støðugt vaksandi og er blivið so stórt, at allar tær størstu fótbólts deildirnar so sum Premier League, La Liga og aðrar hava eina e-fótbólts deild. Í Danmark hava tey eSuperliga, sum er danska e-fótbólts deildin og tað verður víst á viaplay og tv3 sport, so tað eru stórir miðlar sum stuðla undir e-fótbóltin. Í Danmark er tað blivið ótruliga stórt og hevur ein stóran hyggjaraskara. Danmark er eitt tað landið, har flest fólk spæla fifa í mun til fólkatalið.
– Danska eSuperliga er deild upp í sesongir og har kappast Brøndby ímóti eitt nú FCK og tað er gjørt í samstarv við Dreamhack sum er ein organisation sum hevur fleiri e-fótbólts deildir undir sær, sum eitt nú tað svensku og niðurlendsku. Tað er sett upp soleiðis, at ein sesong er yvir nakrir mánaðir og so er tað ein finala at enda. Hetta er nakað sum vit í Føroyum fara at brúka sum íblástur til tær sesongir ið fara at koma framyvir, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Tað verður nú veruliga sett gongd á e-fótbólt í Føroyum, eins og alla aðrastaðni í heiminum. Hetta verður sett í gongd við einari stórari fifa-kapping, sum verður tann 17. og 18. september í Perluni. Hetta verður sesong 1 og ætlanin er at menna e-fótbóltin í Føroyum soleiðis, at tað verða undanumfør online og síðani verður ein stór finala hildin. Hetta verður so fyrsta sesong og føroyameistarin verður funnin 18. september.
Stuðla Krabbameinsfelagnum
Men talan er ikki bara um eina e-fótbóltskapping men eisini um eitt stuðulstiltak til frama fyri Krabbameinsfelagið.
– Okkara mál er at savna so nógvan pening inn sum gjørligt, og alt yvirskotið fer beinleiðis til Krabbameinsfelagið, siga fyriskiparar, sum leggja afturat, at alt arbeiðið í sambandi við tiltakið er sjálvboðið.
– Vit eru nakrir vinnulívsmenn sum saman við eSport.fo vilja stuðla Krabbameinsfelagnum, tí at vit allir hava onkursvegna havt krabbamein tætt at lívi okkara. Ein okkara fekk staðfest krabbamein í 2015 og mátti skurðviðgerðast og í gjøgnum drúgva viðgerð. Í tíðini tá sjúkan var uppá tað ringasta, veitti Krabbameinsfelagið sera góðan stuðul ið var kærkomin og verður aldrin gloymdur, siga fyriskiparar.
– At gerast sjúkur av krabbameini tekur hart uppá ein persón og tey avvarðandi, og tað er týdningarmikið, at kenna til felagskapir sum Krabbameinsfelagið, ið kunnu hjálpa við vegleiðing og øðrum. Vit meta eisini, at tað er hóskandi at varpa ljós á krabbamein í hesum høpi, av tí at Fifa er mest spælt av monnum í ymiskum aldrum, serliga teimum ungu. Krabbamein kann raka øll, og nøkur sløg av krabbameini rakar serliga hendan málbólk. Menn sum heild eru tiltiknir fyri at ikki vilja fara til læknan at kanna seg. Tá tað kemur til krabbamein, er umráðandi at fáa tað staðfest tíðliga og koma í viðgerð.
– Vit eru øgiliga takksom
Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, sigur seg fegnast um, at ljós verður varpað á krabbamein hjá monnum.
– At nakrir vinnulívsmenn, saman við eSport.fo, hava tikið stig til at stuðla Krabbameinsfelagnum og samstundis varpa ljós á menn og krabbamein, eru vit í Krabbameinsfelagnum ógvuliga takksom fyri. Menn eru ofta trekir at fara til lækna, og tíverri er tað onkuntíð ov seint. Tá ið teir so fara til lækna, er tað ofta onkur annar, sum hevur sent teir.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald