Hondbóltur

Filip kann nú spæla fyri Føroyar

Nú er ríkisborgararætturin komin uppá pláss, og vinstri bakkurin hjá VÍF fer skjótt at spæla á føroyska landsliðnum.

Stórskjúttin hevur síðani 2011 av álvara gjørt um seg í føroyskum hondbólti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Stórskjúttin hevur síðani 2011 av álvara gjørt um seg í føroyskum hondbólti (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-17 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er úr Bosnia, men hevur nú í næstan tíggju ár búð í Føroyum. Í 2011 kom bakkurin til Team Klaksvík, har hann og liðið høvdu eitt gott kappingarár. Síðani skifti sera dugnaligi skjúttin til VÍF, og í Vestmanna hevur hann verið ein lyklaleikari síðani.

Filip Jojic hevur nú í skjótt tíggju ár verið ein risa profilur í føroyskum hondbólti og hevur á hvørjum ári verið toppskjútti í bestu deildini. Seinastu árini hevur ligið í luftini, at hann fór at hava møguleikan at spæla ein leiklut á føroyska landsliðnum. 

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd, men í gjár gjørdist greitt, at 31-ára gamli Filip Jojic hevur fingið ríkisborgararættin uppá pláss. Tað skrivar in.fo 

Filip hevur luttikið í fleiri landsliðsvenjingum seinastu mánaðirnar. Hann hevur tikið útbúgving í Føroyum og er giftur við Duritu Christophersen Jojic úr Vestmanna, ið spælir á føroyska kvinnulandsliðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder