Annað

Fimm-ára dagurin hjá Páls Høll verður hátíðarhildin

Í hesum sambandi verður longri opið og ymiskt verður bjóðað til gestirnar.

(Mynd: Svimjing.com)

(Mynd: Svimjing.com)

2020-10-14 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15. oktober 2015 var ein serligur dagur í Vági, tá Páls Høll lat upp. Arbeitt hevði verið hart uppá at fingið høllina upp at standa. Talan var eisini um eitt markamót fyri føroyska svimjing, tí nú var   

Í morgin, 15. oktober 2020, verður Páls Høll 5 ár. Í samband við føðingardagin verður bjóðað kaffe/te og okkurt gott aftur við og saft til børnini. Hesum boðar Vágs kommuna frá. Eisini verður longri opið: Frá 8.30-9.15 er morgunsvimjing, og so er opið aftur frá 14.00 – 21.45.

Páls Høll er nevnd eftir vágbinginum Pál Joensen, sum í fleiri ár var elitusvimjari, og sum millum annað hevur vunnið EM-gullmerki fyri juniorar og verið til OL.

placeholder
placeholder