Fótbóltur

Fimm ferðir Klæmint

Metmaðurin gjørdi í dag nakað, sum hann ongantíð hevur gjørt áður, tá NSÍ vann heili 8-1 á Eiði.

Klæmint Andrasson Olsen eftir at hann settti metið fyri mál í fremstu føroysku deildini á Ólavsøku í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Klæmint Andrasson Olsen eftir at hann settti metið fyri mál í fremstu føroysku deildini á Ólavsøku í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-19 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastu viku kom hann upp á liðuna á Jóannes Bjartalíð á toppskjúttalistanum í Betrideildini. Sjey mál í níggju dystum gevur eitt gott miðaltal, men eftir dystin hjá NSÍ í Hólmanum í dag hevur Klæmint Andrasson Olsen meira enn eitt mál í miðal. Við sínum fimm málum kom rituvíkingurin uppá 12 mál og eitt miðaltal, ið er 1,20. Klæmint Olsen hevur nú 174 mál tilsamans í fremstu røð.

Les eisini: Klæmint er nú aftur á tindinum

Klæmint skoraði til 1-0 í fyrsta álopinum í dag. EB/Streymur gav bóltin upp, og so javnaði Steffan Løkin, ið er uppvaksin í NSÍ, og sum er leigaður úr felagnum. Klæmint svaraði aftur, áðrenn tíggju minuttir vóru farnir, og áleyparin úr Rituvík hevði fullførdi sítt hattrick beint áðrenn hálvleik. 28-ára gamli liðformaðurin hjá NSÍ fekk eitt mál afturat áðrenn hálvleik. Hann økti harvið til 5-1, og skoraði sótt fjórða mál. Harvið náddi hann fyri aðru ferð at gera hetta í einum dysti í Betrideildini. Í september í 2013 skoraði Klæmint Olsen øll fýra málini í 4-3 sigrinum á KÍ við Løkin. 

Í dag megnaði Klæmint at taka tað eitt stig longri, og smáar tíggju minuttir inn í 2. hálvleik var hann aftur á blettinum. Løtu seinni varð Klæmint útskitur, eftir ein snudd í hælsinuni. Einki bendir tó á, at málskinan ikki verður við, tá NSÍ tekur ímóti HB um átta dagar í sera týdningarmiklum dysti. Liðið hjá Guðjóni þórðarssyn hevur nú vunnið fimm dystir á rað, og eftir úrslitið í Havn er bert eitt stig upp til KÍ og oddasessin. 

EB/Streymur megnaði at fá 1-1 javnleik í Sarpugerði mánadagi, men í dag hekk einki saman hjá liðnum hjá Jákup Martini Joensen, og sigurin hjá NSÍ uppá sjey mál var ikki eitt mál ov lítil. Runavíkingar spældu góðan fótbólt, og heimaliðið bjargaði á strikuni tvær ferðir, og Rói Zachariassen bjargaði væl brotssparkið hjá Jann Martini Mortensen stutt fyri hálvleik. 


EB/Streymur -NSÍ 1-8 (1-5)
1' Klæmint Andrasson Olsen 0-1
2' Steffan Løkin 1-1
9' Klæmint Andrasson Olsen 1-2
29' Klæmint Andrasson Olsen 1-3
37' Klæmint Andrasson Olsen 1-4
40' Jann Benjaminsen 1-5
52' Klæmint Andrasson Olsen 1-6
70' Pól Jóhannus Justinussen 1-7
82' Magnus Hendriksson Olsen 1-8

Hini úrslitini í 10. umfari: 

Sunnudagin 19/5: 

HB - KÍ 4-1 (3-1)

28' Dan í Soylu 1-0
33' Adrian Rúnason Justinussen 2-0
36' Ari Mohr Olsen 3-0
43' Jóannes Bjartalíð 3-1 
77' Dan í Soylu 4-1

HB gav KÍ fyrsta ósigurin

AB - TB 2-2 (1-2)

8' Bárður Olsen 1-0
23' Luc Micheal Jeggo 1-1
35' Luc Micheal Jeggo 1-2
90' Heri Hjalt Mohr 2-2 
Reytt kort: Luc Micheal Jeggo (63')

AB bjargaði sær stig í seinastu løtu

Fríggjadagin 17/5: 

Skála - B36 1-2 (1-1)
26' Niels Pauli Danielsen 1-0 
28' Benjamin Heinesen 1-1
69' Brian Jakobsen 1-2

ÍF - Víkingur 0-4 (0-3) 
19' Gunnar Vatnhamar 0-1
22' Sjálvmál 0-2
25' Andreas Lava Olsen 0-3 
64' Filip Djordjevic 0-4

Komandi umfar: 

11 26.05.19   EB/Streymur -
11 26.05.19   B36 AB -
11 26.05.19   TB ÍF -
11 27.05.19   Víkingur HB -
11 27.05.19   NSÍ SKÁLA -

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder