Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 16. og 17. mars í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali.
Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru leygarmorgun klokan 10 og 12, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru leygardag klokkan 15 og sunnudag klokkan 14 og 16.30. Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á stokk.fo og á Facebooksíðuni hjá Støkk.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Felagsliðið hjá Støkk við umleið 60 fimleikarum í aldrinum 12-76 ár er eisini á skránni.
Undir framsýningunum verða nálir og ídnisprógv handað.
Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í Bylgjuni báðar dagarnar.
(Mynd: Støkk)
(Mynd: Støkk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald