Annað

Fimm føroyskar reiðkvinnur kappast til DM

Kappingin byrjar í dag og er fram til og við sunnudagin 17. juli. Tað er óvanligt, at Føroyar eru so væl umboðar til eina DM kapping í gonguløgum: Beinta P. Debes, Ragnheiður Ólafsdóttir, Ester Dahl á Heygum, Rakel Tindskarð og Elin Tindskarð luttaka.

Ragnheiður Ólafsdóttir og Ester Dahl á Heygum, sum eisini skulu til NM í næstum

Ragnheiður Ólafsdóttir og Ester Dahl á Heygum, sum eisini skulu til NM í næstum

2022-07-14 13:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá DM í gonguløgum fyri íslandsross byrjar í Herning í dag, vera ikki færri enn fimm føroyskar reiðkvinnur við.

Tað man vera fyrstu ferð at Føroyar eru so væl umboðarar til eina DM kapping í gonguløgum. Tað er vanliga sera dýrt at fara uttanlanda at kappast, men av tí at tær tríggjar, Beinta P. Debes, Ragnheiður Ólafsdóttir og Ester Dahl á Heygum, skula til NM í Álandi í august, valdi tær at fara tíðliga til Danmarkar, soleiðis at tær kundi fáa DM við sum eina bonuskapping.

Afturat teimum koma so Rakel Tindskarð og Elin Tindskarð, sum báðar búgva í Danmark.

[object Object]
Elin Tindskarð, ið hevur ofta verið við í oddinum til DM

Tað er sjálvandi sera spennandi, hvussu tað fer at roynast hjá føroysku reiðkvinnunum, men av tí at Danmark telist millum fremstu tjóðir innan hesar kappingar, so er kanska ov nasadjarvt at seta vónirnar alt ov høgt; ikki tað Elin Tindskarð hevur ofta verið við í oddinum og man eisini fara at vera millum bestu boðini um eitt finalupláss millum okkara.

Kappingin byrjar í dag og kann stroymast her

Ríðisamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder