Hondbóltur

Final4 hjá EHF verður eftir ætlaða summarsteðgin - gevur ávísar avbjóðingar og spurningar

Evropeiska hondbóltssamgongan hevur avgjørt, at knock-out dystirnir í Champions League byrjað í juni, um alt gongst sum ætlan. At hálvfinalurnar og finalan er fyribils løgd til í august og september hevur skapt ónøgd.

Hvønn skal Sander Sagosen spæla fyri, um bæði PSG og THW Kiel koma í Final Four. Norska stjørnan skiftir til týska felagið í august, men dystirnir eru í roynd og veru í 2019/2020 kappingarárinum (Mynd: EPA)

Hvønn skal Sander Sagosen spæla fyri, um bæði PSG og THW Kiel koma í Final Four. Norska stjørnan skiftir til týska felagið í august, men dystirnir eru í roynd og veru í 2019/2020 kappingarárinum (Mynd: EPA)

2020-03-26 22:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki so sjáldan, at avgerðir hjá IHF, altjóða hondbóltssamgonguni, og hjá EHF skapa ónøgd. Ofta snúgva atfinningarnar seg um, at dystarskráin er alt ov tøtt og hørð fyri leikararnar. Millum annað funnust norðmenninir og onnur um, at Noreg, smáar tjúgu minuttir eftir tvífalda longda leiktíð í EM-hálvfinaluni, skuldi spæla bronsudyst.

EHF tók fyrr í gjár avgerð um, at eingin hondbóltur verður leiktur á apríl og mai orsaka av koronavirusinum. Ein skilagóð avgerð eftir umstøðunum, men at Final Four er lagt til 22. og 23. august hjá monnum og 5. og 6. hjá kvinnum gevur nakrar knútar, og EHF veit enn ikki, hvussu teir skulu loysast.

Skjótt kom spurningurin um, hvat verður galdandi fyri teir leikararnar, ið skulu skifta felag í summar. Í hondbólti, nógv meira enn í fótbólti, koma leikaraskifti ofta uppá pláss nakað áðrenn, sjálvt skifti fer fram. Hetta gevur trupulleikar útfrá leistinum, tí spurningurin reisur seg: Hvønn hoyra leikarar sum skulu skifta í summar so til, tá dystirnir skulu spælast. 

Eitt áhugavert dømi nú er Sander Sagosen, ein av heimsins allarbestu leikarum. Fyri einari tíð síðani gjørdist tað greitt, at hann í summar skiftir franska stórfelagið PSG út við týska stórfelagið, THW Kiel. Tað er ikki vist, at hesi bæði liðini røkka Final 4, men tað er als ikki ósannlíkt. Í so fall er spurningurin, hvønn Sagosen skal umboða: Felagið ið hann hoyrir til í 2019/2020, ella felagið ið hann hevur sáttmála við frá juli av. Also: Er tað her kappingarárið, sum dystirnir hoyra til, ella dagfestingin, ið avgerð hvat lið ávísir leikarar hoyra til. 

Hetta hevur EHF ikki eitt svar uppá. Thomas Schoeneich sigur við TV2 Sport, at fyrst skal finnast útav, um nýggja tíðarætlanin heldur. Nógv kann broytast áðrenn juni, sigur hann. Hann sigur tó, at tað skjótt verður farið undir at tosað um ymiskt teknisk viðurskifti viðvíkjandi nýggju dagfestingini.

Tveir av stjørnuleikarunum, Mikkel Hansen og Rasmus Lauge, hava við Jyllands-Posten sagt, at avgerðin ikki gevur nakra meining, og at tað er býtt at velja hesa loysnina. Bakspælararnir skilja væl, at tað er ein álvarslig og nýggj støða, vit eru í, at tað er trupult at taka slíkar avgerðir, so er neyðugt at taka atlit til ítróttarliga veruleikan. Lauge sigur, at tað er eingin umbering fyri, at taka eina býtta og desperata avgerð, og Mikkel Hansen vísir á, at PSG skal stríðast víðari fyri at koma í Final 4, men sum stendur síðani til at missa nakrar lyklaleikarar í summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder