Hondbóltur

Finaluliðini verða møguliga funnin í kvøld

StÍF og Neistin tørva ein sigur fyri at spæla seg í FM-finalurnar H71 og Kyndil, ið vóru í favorittleiklutinum undan hálvfinalunum, skulu vinna fyri at halda lív í vónini.

StÍF vann í Hoyvík leygardagin - liðini bresta saman aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

StÍF vann í Hoyvík leygardagin - liðini bresta saman aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-06 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at tað verður VÍF, ið skal royna at taka FM-heitið frá H71 hjá monnum komandi tíðina. Fyrsta finalan millum liðini verður leikt sunnudagin. Tá verður fyrsta FM-finalan hjá kvinnum eisini leikt. Spurningurin er bara, hvørji lið hittast har.

Tað gjørdist sera spennandi leygardagin, tá fyrstu FM-hálvfinalurnar vórðu leiktar. StÍF endaði við at vera omaná við trimum málum í Hoyvík, og í Kollafirði, har havnarfeløgini hittust orsakað av flogbóltsfinalunum, koppaði tað til Neistan, ið vann 22-21.

[object Object]Kyndil hevur verið omaná í ár, men leygardagin var tað Neistin (Mynd: Sverri Egholm)

Í kvøld skulu H71 og Kyndil svara aftur. Bæði endaðu á 29 stigum, og harvið nakað frammanfyri mótsstøðuliðini, í grundspælinum, men hava nú knívin á barkanum. StÍF og Neistin kunnu hinvegin tryggja sær finalupláss við at vinna kvøld í, og lagt er upp til stóran spenning.

Kvinnur FM-hálvfinala 2
06.04
18.00 StÍF – H71
20.00 Neistin – Kyndil

Kunnu síggjast á live.hsf.fo - Kringvarpið stroymir dystin í Høllini á Hálsi


Rættað og dagført 13.52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder