Kappróður

Finaluróðurin kann síggjast á Eurosport

Sverri Sandberg Nielsen skal um ein tíma stríðast um OL-gull við fimm aðrar rógvarar í Tokyo. Stórskermur er settur upp á Kongabrúnni og á vegginum á bygdaskúlanum í Miðvági.

Mynd: Rógvi Langgaard

Mynd: Rógvi Langgaard

2021-07-30 00:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verur ein søgulig løta, tá miðvingurin um ein tíma ella so ger seg til reiðar á Sea Forest Waterway í Tokyo. Eitt OL-gullheiðursmerki er tað, sum Sverri Sandberg Nielsen kann fáa burturúr - eitt slíkt hevur eingin sum umboðar Danmark í Japan fingið til høldar enn.

27-ára gamli føroyingurin liggur væl fyri til at fáa eitt heiðursmerki, men tað verður helst hørð kapping í oddinum - serliga móti Kjetil Borch úr Noreg. Hann hevur Sverri tó bast í kapping um EM-gull, men í gjár var Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi skjótari enn miðvingurin í øðrum riðlinum í hálvfinaluni.

Stórur spenningur er í Tokyo, í Danmark og ikki minst í Føroyum. Føroyski tíðindamaðurin Heðin Arge er í Tokyo. Hann hevur fylgt Sverra í nøkur ár í samband við heimildafilm og sigur við DR1, at Sverri er í gongd við nakað stórt - nakað sum ikki er sæð í Føroyum fyrr. Hann skýrir millum sterka rógvaran at vera eina risa fyrimynd fyri øll ítróttarfólk í Føroyum.

Til ber at síggja róðurin á Eurosport1, ið millum annað sæst í Televarpinum. Stórskíggjatiltøk eru í heimbygdini hjá Sverra Nielsen og á økinum við Bursatanga klokkan 01.45. Á báðum støðum kunnu væntast lutfalsliga heilt nógv fólk til stóru løtuna, tá vit fara at fylgja føroyinginum í OL-finalu. 

Les eisini: 
OL-finala á stórskíggja á Kongabrúnni
Sverri á stórskíggja í heimbygdini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder