Fótbóltur

Finaluumfarið í VFF Cup verður leygardagin

Øll tíggju liðini í kappingini spæla í Gundadali. Hvørki vánalig veðurforsøgn ella samanfall við hondbóltsfinalunum gera, at dystirnir verða fluttir.

Víkingur og HB, her í steypafinaluni í fjør. Eftir at B36 ikki megnaði at vinna á B68 í Gundadali mikukvøldið var greitt, at teir í ljósabláum og mest vinnandi liðið í Venjarakappingini hittast í finaluni leygardagin (Mynd: Bjarni Enghamar)

Víkingur og HB, her í steypafinaluni í fjør. Eftir at B36 ikki megnaði at vinna á B68 í Gundadali mikukvøldið var greitt, at teir í ljósabláum og mest vinnandi liðið í Venjarakappingini hittast í finaluni leygardagin (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-02-13 19:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í fjør endar VFF Cup við stórum endaumfari í Gundadali, har øll tíggju liðini skulu spæla. Hetta er annað árið á rað, at øll liðini í Betrideildini (TB er ikki við í ár - B68 er ístaðin) fáa møguleika at fáa seks ymiskar venjingardystir ásettar frá Venjarafelagnum. Hetta er ein leistur, ið er væl móttikin av feløgunum, og sum ger upptaktina til kappingina eyka spennandi og lættari at fylgja við í  hjá okkum miðlum og øðrum áhugaðum.  

Leygardagin verður spælt trý ymisk tíðspunkt, og spælt verður eftir hvussu nógv stig liðini hava fingið í teimum fimm umførunum, ið hava verið seinasta mánaðin.

Veðurforsøgnin fyri leygardagin sær einki serlig út, serliga fyrstu dystirnar, men Frankie Jensen, formaður í Venjara Felag Føroya, sigur við Portalin, at tað er tó einki ið bendir á, at dystirnir verða fluttir.

Í hesum sambandi spurdu vit eisini Frankie Jensen, um VFF ikki hevur hugsað um, at tikið hædd fyri hondbóltsfinalunum, ið verða leiktar júst somu tíðspunkt sum tríggir dystir í endaumfarinum. Hetta so at møguleiki er fyri at upplivað bæði: 

- Vit koma nokk at halda fast í hetta tíðspunkti framyvir. Tað fellur samstundis sum hodbólturin, men hetta er so seint sum gjørligt. Komandi vikuskiftið er Klaksvíkskappingin og vikuskiftið eftir er stórsteypadysturin, so tað ber sera illa til at flyta endaumfarið í VFF Kup.

Hesin dagurin, sum varð ørvísi skipaður við styttri dystum fram til og við 2018, hevur oftast liðið sama dag sum vaksnamannafinalurnar í hondbólti - annað vikuskifti í februar

[object Object]
HB og Skála spældu í finaluni í fjør

HB og Víkingur spæla finaluna klokkan 16.00. HB vann í fjør - eftir brotssparkskapping móti Skála - og hevur vunnið kappingina oftast. VFF Kup var á fyrsta sinni á skránni í 2013.

 
11.00
9-10 pláss: B68 - AB (Ovari vøllur)
7-8 pláss:
 Skála - EB/Streymur (Tórsvøllur)

13.30
5-6 pláss: NSÍ - ÍF (Ovari vøllur)
3-4 pláss: B36 - KÍ (Tórsvøllur)

16.00:
1-2 pláss: HB - Vìkingur (Tórsvøllur)

Støðan eftir fimm umfør:
1. HB 11
2. Víkingur 11
3. B36 10
4. KÍ 10
5. NSÍ 9
6. ÍF 7
7. Skála 6
8. EB/Streymur 6
9. B68 1
10. AB 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder