Finnland gjørdist óvæntað heimsmeistari í íshokki í gjár, tá teir vunnu HM finaluna móti Kanada 3-1.
Úrslitið var óvæntað, tí á finska liðnum vóru bert tveir leikarar, við royndum frá sterkastu liguni, norðuramerikansku NHL.
HM hevur verið í Slovakia hesar seinastu dagarnar, og hetta var bert triðju ferð, at Finnland vinnur HM-heitið – seinastt var í 2011. Tá var HM-kappingin eisini hildin í Slovakia og finalan í Bratislava. Kanada hevur hinvegin vunnið HM 26 ferðir.
Úrslitið 3-1 var júst tað sama, sum Finnland vann á Kanada í innleiðandi umførunum. Finnland vann seg í finaluna við at vinna á Svøríki í fjórðingsfinaluni og Russlandi í hálvfinaluni, meðan Kanada vann á ávikavist Sveits og Kekkia.
Sum væntað kom Kanada á odda við máli av Shea Theodore í fyrsta skifti, men tíðliga í øðrum skifti javnaði vælleikandi liðskiparin, Marko Anttila fyri Finnland. Í teimum seinastu 20 minuttunum hevði Kanada nógv tað mesta spælið, men tað vóru finnar, sum skoraðu, fyrst Anttila aftur og síðan Harri Pesonen til 3-1. Kanadiska liðið trýsti og trýsti, menfinski málverjin Kevin Lankinen var eitt bolverk og støðgaðu øllum teimum norðuramerikansku royndunum.
Dystin um HM-bronsu vann Russland móti Kekkia. Svøríki gjørdist nummar 5, Danmark nr. 11 og Noreg nr. 12.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Stór frøði á gøtunum heima í Helsingfors (Mynd: EPA)
Stór frøði á gøtunum heima í Helsingfors (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald