Fótbóltssøga varð skrivað á Telia 5G Arena í Helsingfors í kvøld, tá finska A-landsliðið, sum væntað, vann 3-0 á Liktinstein.
Sigurin merkir at finska landsliðið hevur spælt seg til endaspælið um Evropameistaraheitið, sum verður komandi summar.
Jasse Tuominen, sum dagliga spælir við hvítarussiska liðnum Bate Borisov, legði Finnland á odda í fyra hálvleiki. Í øðrum hálvleiki staðfesti toppskorarin á liðnum, Teemu Pukki úr Norwich, søguliga sigurin við tveimum málum, harav annað upp á brotsspark.
Hóast eitt umfar er eftir at spæla, so er tað nú greitt, at tað verða Italia og Finnland, sum spæla seg til EM-kappingina úr bólki J.
Les eisini: Søguligur dagur í finskari fótbóltssøgu
Sostatt gjørdist Finnland eisini fyrsta norðurlandið, sum kom til EM-kappingina.
Svøríki kann gerast tað næsta norðurlandið, ið kvalifiserar seg. Svøríki, úr sama bólki sum Føroyar, spælir á útivølli móti Rumenia í kvøld, og um sviar vinna, eru teir víðari saman við Spania, sum spælir heima móti Malta í kvøld.
Danmark hevur eisini ein lættan dyst í kvøld, á heimavølli móti Gibraltar. Men ein sigur er neyvan nóg mikið at tryggja sær EM-luttøku. Danmark skal spæla móti Írlandi á útivølli í seinasta umfari.
Jasse Tuominen skoraði til 1-0 (Mynd: EPA)
Teemu Pukki skoraði tvær ferðir í øðrum hálvleiki (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald