Fótbóltur

Søguligur dagur í finskari fótbóltssøgu

Finnland kann spæla seg til fyrstu endakappingina nakrantíð.

Markku Kanerva verður tjóðarhetja í Finnlandi um tað eydnast teimum at spæla seg víðari í kvøld (Mynd: EPA)

Markku Kanerva verður tjóðarhetja í Finnlandi um tað eydnast teimum at spæla seg víðari í kvøld (Mynd: EPA)

2019-11-15 15:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dysturin á Ullevaal leikvøllinum í Oslo millum Noreg og Føroyar er ikki tann mest spennandi dysturin, sum verður bríkslaður í gongd klokkan 17 í dag.

Tey flestu fótbóltseyguni í Evropa verða hinvegin vend móti Telia 5G leikvøllinum í Helsingfors, har finska landsliðið tekur ímóti Liktinstein.

Vinnur Finnland, so hevur Finnland spælt seg í EM endaspælið í summar. Og tað er fyrsta ferðin, at Finnland spælir seg í eitt endaspæl í 115 ára longu søguni hjá finska fótbóltssambandinum, Suomen Palloliitto.

Og nógv talar fyri, at tað skal eydnast. Ikki bert skal Finnland spæla móti niðasta liðnum í bólkinum, sum higartil bert hevur fingið tvey stig íkappingini. Møguleiki er eisini fyri, at liðini, sum enn hava møguleika at røkka annað plássi í bólki J, missa stig.

Støðan í bólki J í løtuni er tann, at Italia liggur trygt á fyrsta plássi. Italienar hava vunnið allar síðar dystir og hava 24 stig og tryggjað sær EM-luttøku. Síðan kemur Finnland á øðrum plássi við 15 stigum. Bosnia-Hersegovina og Armenia hava 10 stig, Grikkaland 8 og Liktinstein 2.

Í dag klokkan 17 spæla Finnland og Liktinstein í Helsinki og Armenia og Grikkaland í Jerevan. Í kvøld spæla Bosnia og Italia í Zenica.

Mánadagin verður seinasta umfar. Tá vitjar Finnland í Grikkalandi, Armenia í Italia og Bosnia-Hersogovina í Liktinstein.

Kanerva eigur heiðurin
Finnland hevur higartil tapt báðar dystirnar móti Italia, 0-2 úti og 1-2 heima og so á útivølli móti Bosnia-Hersegovina, tá teir fingu bank 4-1.

Annars hava finnar vunnið allar hinar dystirnar.

Heiðurin fyri, at finska landsliðið nú fær so góð úrslit, fær 55 ára gamli landsliðsvejarin, Markku Kanerva. Fyrrverandi skúlalærarin vísir seg av hava dugað sera væl at byggja liðið upp uttan tær stóru stjørnurnar.

Sum aktivur leikari fekk hann 59 dystir á finska landsliðnum frá 1986 til 1995. Hann gjørdist venjari hjá finska U21landsliðnum í 2004 og megnaði at byggja eitt lið upp, sum spældi seg til EM endakappingina fyri U21 lið í 2009.

Eftir tað varð hann valdur til ársins venjara í Finnlandi og fekk starvið sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum. Men hann mátti bíða til tríggir A-landsliðsvenjarar fingu sekkin, Olli Huttunen, Mixu Pantelainen og Hans Backe, áðrenn boð vórðu send eftir honum at gerast A-landsliðsvenjari.

Veitsla í Finnlandi í kvøld
Í Finnlandi rokna øll við, at tað verður veitsla í Finnlandi í kvøld. Dysturin verður spældur á graslíki á heimavøllinum hjá HJK, sum einans tekur góðar 10.000 áskoðarar, hetta tí vanligi heimavøllurin hjá finska fótbóltslandsliðnum, olympiski leikvøllurin í Helsingfors, er undir umbygging.

Fótbóltur er annars ikki tann stóra ítróttagreinin í Finnlandi. Tað er íshokki og aðrar vetrarítróttagreinar, so sum skíðrenning og skíðlop. Men í kvøld verður tað fótbólturin, sum øll finska tjóðin fer at savnast um. Eftir at hava roynt seg í 32 undankappingum til EM ella HM, sær tað loksins út til, at tað fer at eydnast hjá finnum.

Verið í støðuni fyrr
Einaferð fyrr hevur finska landsliðið verið nær við at spæla seg víðari.

Tað var til VM í 1998, tá danin Richard Møller Nielsen var danskur landsliðsvenjari. Á seinasta dystardegi í november 1997 skuldu finnar hava ein sigur móti Ungarn. Stórspælarin Jari Litmanen var við á liðnum tá, og alt sá gott út, tí finnar vóru á odda 1-0 tá 90 minuttir vóru farnir av dystinum. Men í yvirtíðini gjørdu finnar sjálvmál, og Ungarn spældi seg víðari.

Tann hendingin er síðan skýrd sum størsta ítróttarliga vónbrot í Finnlandi nakrantíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder