2021-04-06 18:06
Víkingur má klára seg uttan Finn Justinussen restina av kappingarárinum.
Tað skrivar bolt.fo.
Tað var undir dystinum móti HB tann 19. mars, at Finnur Justinussen mátti berast av vølli eftir ein nærdyst. Nú er greitt, at hann hevur slitð krossbandið, og ikki spælir aftur í 2021.
Finnur Justinussen varð borin av vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Finnur Justinussen er 32 ár, og hevur skorað 112 mál í 208 dystum fyri Víking sambært Faroesoccer.
Víkingur spælir á útivølli sunnudagin ímóti B36 og mikudagin í næstu viku kemur KÍ á vitjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald