Finnur Justinussen gjørdi veruliga vart við seg í Næstved. Í fjør var hann við at fáa liðið upp í næstbestu donsku deildina, og í fyrru hálvu av hesum kappingarárinum skoraði gøtumaðurin 11 mál fyri uppflytararnar og var ovast á toppskjúttaralistanum í 1. División.
Seinast í januar slitnaði samstarvið millum Finn og Næstved. Áleyparin ynskti at koma úr sáttmálanum fyri at hava meira tíð til lesnaðin og familjuna og gavst fyribils við fótbóltinum. Hann segði við Portalin miðskeiðis í februar, at hann hevur valt at raðfesta familjuna og praktikkina, men at hann hevði fleiri tilboð.
Nú er greitt, at Finnur Justinussen hevur valt at spæla fyri føroyingafelagið ÍF Føroyar fram til summarstegðin. Talan er um ein veruligan fong fyri útisetafelagið, ið hevur fingið ein áleypara í hópin, sum hevur skoraði 98 mál í 178 dystum í Betrideidlini. Umframt hetta hevur hann skotið 17 mál í kappingini um Løgmanssteypið, ið hann hevur vunnið fýra ferðir við Víkingi. Finnur hevur skotið tvey evropeisk mál og er skrásettur fyri 6 A-landsdystir. Hann umboðaði A-landsliðið tvær ferðir í Nations League í heyst, tá hann var í stórformi í Næstved.
Vandmikli áleyparin, ið júst er vorðin 30 ár fer helst at spæla á hægri støði enn í Københavnerserien eftir summarfrítíðina, men fram til tað fer hann at vera liðfelagið við leikarar sum Boga Løkin, Rógva Joensen, Beinir Ellefsen og Robert Heðin Brockie, ið júst er komin til felagið.
Finnur Justinussen spælir sín fyrsta dyst fyri ÍF Føroyar á Kløvermarkini seinnapartin. Til ber at fylgja við á facbooksíðuni: "ÍF Føroyar Fótbóltur", har eisini ber til at lesa um at Finnur eru komin til felagið undir yvirskrifitini: SØTMIKIL KANÓN FER NÚ AT BUMBA FYRI ÍF FØROYAR
Hagtøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald