Fótbóltur

Finnur skal spæla fyri Roskilde

Føroyski áleyparin hevur skrivað undir ein hálvt-ára sáttmála við Roskilde, sum spælir í næstbestu deildini.

Finnur, her í Næstved-tíðini, skal aftur spæla í næstbestu donsku deildini og í ljósabláum

Finnur, her í Næstved-tíðini, skal aftur spæla í næstbestu donsku deildini og í ljósabláum

2019-07-24 20:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skoraði 22 mál í 32 dystum fyri Næstved, ið hann harvið skeyt upp í næstbestu deildina, og var við til at geva sælendska felagnum eina góða byrjan har. Tá Finnur Justinussen og Næstved steðgaðu við samstarvinum í januar, var gøtumaðurin deildur toppskjútti í deildini. Finnur endaði kappingarárið sum toppskjútti hjá Næstved, ið var nær við at vinna sær rættin at spæla um uppflyting, hóast áleyparin seinastu mánaðirnar áðrenn summarsteðin spældi fyri ÍF Føroyar.

Les eisini: Finnur fingið fleiri fyrispurningar

Nú fer leikarin við seks landsdystum og 89 málum fyri Víking í Betrideildini aftur at spæla í NordicBet deildini. Bold.dk skrivar, at Finnur og Roskilde eru komin ásamt um eina avtalu fyri restina av 2019. 

Tað hevur verið nógv rumbul kring Roskilde seinastu tíðina, av tí leikarar í vár vórðu ákærdur fyri avtalað spæl. Felagið herjar tó á aftur komandi kappingarár, ið byrjar við heimadysti ímóti Hvidorve sunnudagin, ólavsøkuaftan. Finnur var í samráðingum við júst Hvidorve fyrr í summar, og fleiri feløg vildi hava fatur á føroyinginum.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder