placeholder
Fótbóltur

Fjepparatiltøk til landsdystirnar hjá kvinnum

Í sambandi við vinardystirnar hjá kvinnulandsliðnum móti Andorra 25. og 28. juni, verður skipað fyri fjepparatiltøkum í Klaksvík og Havn.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2022-06-17 14:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 25. juni klokkan 15 tekur A-landsliðið við kvinnum móti Andorra í vinardysti við Djúpumýru í Klaksvík.

Í hesum sambandi skipar Bláa Bylgja fyri fjepparatiltaki áðrenn dystin, har møguleiki verður fyri at hugna sær við grillaðum pylsum, andlitsmáling og stutligum fótbóltsspølum. Tiltakið byrjar klokkan 13 og er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin.

Tríggjar dagar seinni, týskvøldið 28. juni kl. 18, hittast Føroyar og Andorra so aftur á Tórsvølli, og í tí sambandi verður skipað fyri minikapping fyri U9 og U11 lið á niðara vølli í Gundadali. Hvørt lið telur tríggjar leikarar + ein útskiftara, og hvør dystur er átta minuttir.

Liðini spæla øll fýra dystir í part, og so verða fótbóltsspøl, andlitsmáling og matur á skránni á Tórsvølli, áðrenn landsdysturin byrjar klokkan 18.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder