
Tríggir dystir, tríggir sigrar og harvið níggju stig - og í løtuni eitt greitt 1. pláss í bólkinum.
Hetta er úrtøkan hjá føroyska U21-landsliðnum higartil í 2025. Tríggir sigrar á rað at byrja slíka undankapping er óhoyrt.
Føroyar rukku níggju stigum í gjárkvøldið í Luksemborg, har Dávid Reynheim skoraði einasta málið eftir upplegg frá Heina Fossdalsá Sørensen, og Hans Jákup Arngrímsson og hinir hildu málið reint - millum annað við at bjarga brotssparki.
Sí eisini: Málið hjá Dávidi, bjargingin hjá Hans Jákupi og føroyska fagnaðarløtan (Video)
Les eisini: Níggju stig av níggju gjørligum: U21 gjørdi tað aftur
Hans Jákup Arngrímsson og Dávid Reynheim, ið á hvør sín hátt áttu ein stóran leiklut í sigrinum á Luksemborg í gjár (Mynd: Virgar Hvidbro/FSF)
Føroyar hava harvið fingið eina framúrskarandi byrjan í stríðnum um at koma til EM-endaspælið í 2027.
Liðið hjá Ólavi Mikkelsen feldi fyrst Estland í Klaksvík í juni, og í báðum útidystunum her í september er tað endað við flottum stríðssigrum á útivølli.
Harvið er sigursrøðin hjá U21-landsliðnum nú komið uppá søguliga talið fýra dystir.
Føroyar - tá undir leiðslu av Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen - vunnu 1-0 á Hvítarusslandi í síðsta umfari í 2024.
Seinastu fýra dystirnir hjá U21-landsliðnum:
Undankapping til EM 2027 (spældir í 2025):
Luksemborg - Føroyar 0-1
Ísland - Føroyar 1-2
Føroyar - Estland 2-1
Undankapping til EM 2025 (spældur í oktober 2024)
Føroyar - Hvítarussland 1-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald