Fótbóltur

Fjórðingsfinalur á breddanum

Spania er favorittur móti Sveis, ið skal spæla uttan leikbannaða liðformannin Granit Xhaka. Hjá Belgia er stórt ivamál um Kevin De Bruyne og Eden Hazard undan brakinum móti Italia.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-02 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tveir dagar stegð fer EM-endaspælið í gongd aftur í kvøld. Talan er um fjórðingsfinalu nummar eitt og nummar tvey.

Í Sankta Pætursborg hittast Spania og Sveis, ið mánakvøldið vunnu eftir ógvuliga málríkar og dramatiskar dystir - Spania eftir longda leiktíð í Parkini móti Kroatia og Sveis sera óvæntað móti Fraklandi eftir brotssparkskapping í Bukarest.

Les eisini: Fótbólturin sigraði

Tað kann ikki væntast, at liðini hjá Enrique og Petkovic fara at liva upp til undirhaldsvirði, ið tey borgaðu fyri mánadagin. Spania hevur av álvara fingið gongd á málskjótingina og skal nú royna at spæla seg í sína fyrstu hálvfinalu síðani EM 2012, ið spaniólar vunnu. Tað eru teir eisini favorittar til at gera - favorittleikurin gerst størri av, at sveisiski liðformaðurin og miðvallarin Granit Xhaka, ið spældu frálíka væl móti Fraklandi, er leikbannaður. Sveis hevur tó víst í vikuni, at liðið kann fáa úrslit sum undirtippað.

Italia - Belgia er tann mest spennandi fjórðingsfinalan á pappírinum. Nógv góðska er á báðum liðunum, men tað, sum hevur fylt mest í belgisku leguni síðani sigurin á Portugal í Sevilla sunnudagin, er, at Kevin De Bruyne og Eden Hazard eru plágaður av skaða. Stjørnleikararnir noyddust út við ávíkavist skaða í fótinum, og eru ógvuliga ivasamir til dystin. Sambært Roberto Martinez er talan um avgerð, ið tikin verður í seinastu løtu.

Les eisini: De Bruyne og Hazard vandu ikki við í dag

Gylta ættarliðið er komið upp í aldurin, og hetta endaspælið verður mett at vera heilt nær við seinasta útkall, um Belgia skal hava eitt steyp burturúr tí. Um De Bruyne og Hazard eldri ikki eru við, so eru møguleikarnir nakað minni, og Italia er eisini favorittur, sambært veddingarfyritøkunum. Roberto Mancini, ið sum City-venjari tapti fyri "hinum Roberto" og Wigan í FA Cup-finaluni í 2013, hevur fingið skil á Gli Azzuri, og nú skal eitt stórt fet takast afturat. Italia og Belgia hava vunnið allar dystirnar í endaspælinum higartil, áttandapartsfinalan hjá Italia móti Eysturríki var avgjørt eftir longda leiktíð.

EM 2020(2021) fjórðingsfinalur

Fríggjadagin 2. juli
17.00: Sveis - Spania (Sankta Pætursborg) DR 1/Viaplay
20.00: Belgia - Italia 
(München) - TV3 + /Viaplay


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder