Tá Spania og Sveis fríggjakvøldið hittast í Sankta Pætursborg, verður ringt hjá teimum at liva upp til tað, sum sást í dystunum hjá hesum liðunum í gjár, tá tey spældu seg víðari til fjórðingsfinaluna eftir ávíkavist longda leiktíð og brotssparkskapping.
Tá EM-dagurin í gjár byrjaði, var tað helst so at siga eingin, ið kundi spáa um, at talan fór at gerast um samlagt yvir fýra tímar við fótbólti í teimum báðum áttandapartsfinalunum. At Spania, Kroatia, Sveis og Frakland samanlagt fóru at skora fjúrtan mál, umframt níggju brotsspørk, var heldur ikki at síggja í spákúluni.
Mynstrið í dystinum í Bukarest gjørdist á ein hátt tað sama, sum tað í dystinum í Keypmannahavn, ið varð liðugur stutt áðrenn: Liðið, ið var undirtippað, kom á odda fyrra helmingin av fyrra hálvleiki, men favorittarnir vendu tí til 3-1 við nógvari góðsku - Sveis var tó betri enn í Frakland í fyrra hálvleiki og hevði møguleikan at økja til 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki, meðan Kroatia ikki skoraði sítt egna leiðslumál - talan var um eitt heilt løgið sjálvmál - og Spania svaraði aftur skjótari enn Les Blues. Tá tað var 3-1, bendi einki á, at tað fór at vendast - hvørki í Parkini ella á Arena Nationala - men kroatar skoraðu tvær ferðir uppá sjey minuttir og Sveis tvær ferðir uppá tíggju minuttir. Í báðum førum gjørdust innskiftarar avgerandi.
Mongu kroatisku áskoðarnir gjørdu vart við seg í Parkini í gjár
Men tað vóru spaniólarnir, sum at enda kundu fegnast
Í Bukarest varð Vladimir Petkovic, av røttum, fagnaður (Myndir: EPA)
Flott vend ið liðini hjá Petkovic og Dalic høvdu skapt, og Sveis fullførdi verkið í brotsparkskappingini í Bukarest, har Kylian Mbappé var tann einasti, ið ikki skoraði. Yann Sommer og so var ovfarakæti á sveisarum. Júst Mbappé hevði teir bestu møguleikarnir í longdu leiktíðini. Í Keypmannahavn høvdu kroatar tveir heilt góðar málmøguleikar, men spaniólar skoraðu tvey góð mál eftir upplegg frá Dani Olmo, sum í seks ár spældi við Dinamo Zagreb. Harvið kom annar favoritturin víðari hetta ótrúliga fótbóltskvøldið.
Arvafíggindar og avbjóðarar
Dystirnir umboðaðu á nógvan hátt tað mesta, ið er gott við fótbólti: Nógv mál, fleiri heilt vøkur mál, lið ið ongantíð góvu upp og reisti seg í mótgongd, spenning tað mesta av tíðini, áskoðarar ið livdu við á góðan hátt, nógvar ymiskar kenslur, nýggir menn sum gjørdu mun, skelkir, og topp-undirhald.
Tað er ikki lagt upp til, at hetta kvøldið fer at innihalda eins nógv, men tað ein eingin ivi um, at tað er stórur spenningur undan seinastu áttandapartsfinalunum - serliga í Onglandi. Týskland og Ongland bresta saman á Wembley í eitt slag av endurtøku av hálvfinaluni fyri 25 árum síðani. Onglendingar ynskja eitt annað útfall, tí í 1996 bjargaði Andreas Köpke brotssparkinum frá Gareth Southgate og sendi harvið týskarar í finaluna, sum teir eisini vunnu.
663 kilometrar í ein landrynning frá London liggur Glasgow. Tað verður í fólkaríkasta býnum í Skotlandi, at mótstøðuliðið hjá Onglandi ella Týsklandi í áttandapartsfinaluni skal finnast. Svøríki og Ukreina eru spennandi avbjóðarar á hvør sín hátt. Sum eitt'ari í sínum bólki er liðið hjá Janne Andersson favorittur móti Shevchenko og hansara monnum.
Áttandapartsfinalur
Í gjár - mánadagin 28.06
Arena Nationala, Bukarest
Frakland - Sveis 3-3(0-1) eftir vanliga leiktíð - 7-8 eftir brotssparkskapping
15' Haris Seferovic 0-1
57' Karim Benzema 1-1
59' Karim Benzema 1-2
75' Paul Pogba 1-3
81' Haris Seferovic 2-3
90' Mario Gavranovic 3-3
Brotssparkskapping:
3-4 Mario Gavranovic
4-4 Paul Pogba
4-5 Fabian Shär
5-5 Oliver Giroud
5-6 Manuel Akanji
6-6 Marcus Thruam
6-7 Ruben Vargas
7-7 Presnel Kimpembe
7-8 Admir Mehmedi
Yann Sommer bjargar skotroynd frá Mbappé
Les eisini: Skelkur í Bukarest: Sveis sendi heimsmeistarin út
Parkin, Keypmannahavn
Kroatia - Spania 3-5 eftir longda leiktíð (3-3 eftir vanliga)
20' Sjálvmál 1-0
38' Pablo Sarabia 1-1
57' Cesar Azpilicueta 1-2
77' Ferran Torres 1-3
85' Mislav Orsic 2-3
90 (+2)' Mario Pasalic 3-3
100' Álvaro Morata 3-4
103' Mikel Oyarzabal 3-5
Átta mál og átta ymiskir málskjúttar í ótrúligari áttandapartsfinalu í Keypmannahavn
Í dag - týsdagin 29. juni
Wembley, London
17.00: Ongland - Týskland (TV3 +/Viaplay)
Hampden Park, Skotland
20.00: Svøríki - Ukraina (DR1/Viaplay)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald