Fótbóltur

Fleiri enn 200 næmingar til Skúlafótbólt í morgin

17 lið skulu spæla fleiri enn 50 dystir.

2019-03-12 21:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, mikudagin 13. mars er Skúlafótbóltur aftur á skránni í Marghøllini í Vági. Hesuferð er tað umfarið hjá 9. flokkunum og 10. flokkunum.

Fleiri enn 200 næmingar koma til Skúlafótbólt mikudagin, og tey 17 liðini fara at spæla fleiri enn 50 dystir.

Skúlafótbóltur er eitt av nýggju tiltøkunum í Vági, sum verður skipað í samstarvi við BankNordik og Fótbóltssamband Føroya. Umframt fótbólt, so bjóðar Skúlafótbóltur eisini næmingum at svimja í Páls Høll og at royna bouldering-klatriveggin í Marghøllini.

Tað er møguligt at koma og hyggja at dystunum í Marghøllini, har tað eisini er møguleiki at keypa sær kaffi, toast og belgiskar vaflur afturvið. Eisini fæst døgurði til keyps frá kl. 12.30.

Leikskráin kann finnast her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder