Fótbóltur

Fleiri enn 50 landsdystir í 2019

Landsliðini hjá FSF hava nógvar uppgávur í ár.

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla heili 10 undankappingardystir í ár
(Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla heili 10 undankappingardystir í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-15 17:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2019 verður eisini eitt sera spennandi ár hjá FSF við nógvum landsdystum. Í løtuni  sær tað út til, at okkara landslið skulu spæla fleiri enn 50 dystir í ár. Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari.

A-landsliðið við monnum leggur fyri 23. mars á útivølli móti Malta, og sambært skránni verður seinasti landsdysturin við føroyskari luttøku spældur á heimavølli tann 19. november, tá U21-landsliðið tekur ímóti Makedónia.

Fyrireikingarnar til eitt nýtt landsliðsár hjá teimum ymisku ungdómslandsliðunum eru so smátt farnar í gongd. Nakrar úttøkuvenjingar hava longu verið, fleiri eru á skránni næstu tíðina, og komandi sunnudag verða t.d. fýra úttøkuvenjingar hjá U17-landsliðnum við dreingjum, boðar FSF frá.

Tað er ikki greitt enn, hvussu skráin hjá A-landsliðnum kemur at síggja úr. UEFA hevur nevniliga avgjørt, at komandi EM-undankapping hjá kvinnum verður skipað eftir sama leisti sum hjá monnum. Lutakastið til hesa kapping verður í komandi viku, hósdagin 21. februar.

Sí landsliðsskránna fyri 2019 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder