Talan er um spennandi kvøld, nú European League-bólkaspælið hjá monnum fer av bakkastokki. Seinastu árini hava fleiri føroyskir spælarar verið við her, og Annika Fríðheim Petersen hevur verið í Final Four hjá kvinnum, men ongantíð áður hava so nógvir verið við sum nú.
Seks føroyingar á fýra ymiskum liðum: Úr Íslandi, Svøríki og Týsklandi. Tað er tó ivasamt, um føroyingurin úr tí eina týska stórfelagnum spælir í kvøld. Elias Ellefsen á Skipagøtu er við at koma fyri seg, men hann hevur ikki spælt hetta kappingarárið vegna serliga knøðini.
Sí eisini: Elias verður skjótt á vøllinum aftur
Kiel og Flensburg eru risafavorittar á heimavølli móti ávikavist spanskari og kroatiskari mótsstøðu.
Føroyingarnir hjá svensku og íslendsku liðunum hava stórar uppgávur á útivølli. Strandingarnir í Íslandi fáa sín Europea League-elddóp í larmandi høll í Skopje, meðan Óli og Ísak spæla móti sterkurm Bundesliga-liði fyri svensku meistararnar.
Sí eisini: Skiftir úr Sävehof í summar - sáttmála fyri fýra ár í GOG
Tveir "føroyinga-dystir" byrjar klokkan 17.45. Tveir byrja klokkan 19.45. everyplay.live vísir. Tað er tó ikki vist, at hetta riggar í Føroyum.
1. umfar í European League-bólkaspælinum:
17.45: Gummersbach - IK Sävehof (Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl) - Bólkur H
17.45: Flensburg-Handewitt (Jóhan á Plógv Hansen) - Sesvete - Bólkur G
19.45: THW Kiel (Elias Ellefsen á Skipagøtu) - BM Torrelavega - Bólkur E
19.45: Vardar 1961 - Valur (Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi) - Bólkur F
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald