Hondbóltur

Skiftir úr Savehof í summar - sáttmála fyri fýra ár í GOG

Eftir nógvar gitingar er framtíðin hjá føroyska stórtalentinum uppá pláss. Danska stórfelagið er helst eitt ógvuliga gott menningarstað hjá Óla Mittún, sum sigur seg viga stíl og trivnað høgt.

Óli Mittún er keytur úr sáttmálanum við Sävehof og hevur nú skrivað undir fýra-ára sáttmála við GOG (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún er keytur úr sáttmálanum við Sävehof og hevur nú skrivað undir fýra-ára sáttmála við GOG (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-07 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi tvey ár eftir av sáttmálanum við Sävehof. Tað kann enda við, at eg spæli her fram til summarið 2026 og kann eisini henda seg, at eitt skifti kemur áðrenn.

Hetta segði Óli Mittún við Portalin í vár. Tá vóru longu nógvar gitingar um framtíðina hjá føroyska stórtalentinum.

Sí eisini: Óli Mittún fer ikki víðari - enn

Síðani hevur hoyvíkingurin verið lyklaspælari í svenskum meistaraheiti hjá IK Sävehof. Svenska deildin kann skjótt metast sum ov lágt stig hjá føroyinginum at mennast víðari, og sum skilst hava fleiri heilt stór feløg verið eftir Óla Mittún.

[object Object]
Óli Mittún í gongd við triðja kappingarárið í Sävehof - hetta verður hansara seinasta. Her sæst hann eftir meistaraheitið í ár 

Her hevur serliga týska meistaraliðið SC Magdeburg verið nevnt, men føroyingurin valdi Fjón frammum millum annað Bundesliguna.

Leygardagin varð kunngjørt, at 19-ára gamli hvirluvindurin úr Hoyvík hevði skrivað fýra-ára sáttmála við GOG. Spurningurin er so, um hann spælir so leingi í Danmark, men í øllum førum er talan um eitt av bestu menningarstøðum í Evropa fyri ungar spælarar - tað vísir søgan við millum annað Nikolaj Jacobsen í 90'unum, Mikkel Hansen og Niklas Landin í 00'unum og seinastu árini við spælarum sum Simon Pytlick og Mathias Gidsel. 

Sí eisini: Óli til GOG (váttað)

[object Object]
Fegnast um sáttmálan hjá evnaríka føroyinginum

Allir hesir nevndu endaðu longuri suðuri. Frá sumri 2025 - tá Óli skiftir úr Sävehof - skal ungi føroyingurin flyta seg longur fram á leið í einari deild, sum er nakað sterkari enn tann svenska.

Óli Mittún varð avdúkaður á Suðurfjóni leygardagin. Stórur áhugi var fyri føroyinginum og stór orð, sum "ein av størstu keypunum í donskum hondbólti í nýggjari" og "eitt av heimsins størstu talentum" vórðu nýtt. Bent Nyegaard frá danska TV2 segði, at tað finnast ikki nógvar skjótari føtur í hondbóltsheiminum, og tískil hóskar hann væl til GIG, sigur danski viðmerkjarin.

Spælarin staðfesti sjálvur, at talan var eina langa tilgongd, men at fleiri orsøkir eru til, at GOG tykist at vera tað rætta nú: GOG sum menningarstað, venjarin, leikhátturin (skjótt spæl) og trivnaður uttanfyri vøllin - nógvir ungir spælarar og familja nær við: Elstu systkini hjá Óla búgva í Keypmannahavn og systurin Jana Mittún í Viborg.

Sí samrøðuna hjá danska TV2 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder