Hondbóltur

Óli Mittún fer ikki víðari - enn

- Eg havi tvey ár eftir av sáttmálanum við Sävehof. Tað kann enda við, at eg spæli her fram til summarið 2026 og kann eisini henda seg, at eitt skifti kemur áðrenn, sigur 18-ára gamla stjørnuskotið við Portalin.

Óli kann vátta, at ein ávísur áhugi hevur verið. Tað er tó ikki nakað, ið hann vil nýta tíð og orku at hugsa um nú (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óli kann vátta, at ein ávísur áhugi hevur verið. Tað er tó ikki nakað, ið hann vil nýta tíð og orku at hugsa um nú (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-02 17:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ein sannroynd, at Óli Mittún ikki fer at spæla í IK Sävehof størsta partin av sínari hondbóltsleið. Evnini og viljin hjá hoyvíkinginum røkka meira enn til eitt svenskt oddalið.

Hetta eru tey allarflestu, ið bert hava fylgt eitt sindur við seinastu árini, greið yvir. Tá Portalurin var í Partille til fyrru European League-fjórðingsfinaluna millum IK Sävehof og Flensburg-Handewitt, tosaðu vit við Jóhan á Plógv Hansen um Óla Mittún og hansara møguleikar. Havnarmaðurin hevur drúgvar royndir í yrkishondbólti á høgum stigi - í bestu donsku og týsku deildini umframt við danska landsliðnum:

- Óli er óluksaliga dugnaligur. Man sær at hann fær stór álit frá venjaranum, og tað er ein góð orsøk til tað. Í mínum eygum er hann besti spælari hjá Sävehof. Hann kemur við einari øðiligari ferð, hevur eitt gott skot og eisini gott yvirblikk; finnir liðfelagarnar væl. Eri rættiliga vísur , at Sävehof ikki megnar at hava hann í fleiri ár afturat. Eg gangi útfrá, at tað eru fleiri størri feløg, sum vilja hava fatur á honum.

Les meira: Jóhan: - Haldi vit eru í topp-fimm í hópinum í mun til hóp

Vit tóku eisini evni upp við Óla Mittún, sum í brotum í báðum dystum móti krútsterka Flensburg-Handewitt hevur víst høgt stig. Ungi føroyski bakspælarin smíltist eitt sindur og staðfesti, at tað er ikki heilt í tonkunum nú.

- Eg havi tvey ár eftir av sáttmálanum við Sävehof. Tað kann enda við, at eg spæli her fram til summarið 2026 og kann eisini henda seg, at eitt skifti kemur áðrenn. Beint nú snýr tað seg tó um at enda hetta árið ordliga væl og at hugsavna meg um spenanndi landsliðsuppgávurnar.

Hann vildi ikki siga so nógv meira, tó at Óli kundi vátta, at ein ávísur áhugi hevur verið. Tað er tó ikki nakað, ið hann vil nýta tíð og orku at hugsa um nú.

Sí eisini: Óli høggir bóltarnir inn móti Bundesliga-liði

Hvirluvindurin úr Hoyvík bergtók næstan frá byrjan í 2022/2023, har hann fekk væl størri leiklut fyrsta árið í Svøríki enn væntað. Síðani systkinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu, skifti til Kiel síðsta summar, hevur Óli Mittún fingið uppaftur størri leiklut í álopinum hjá Sävehof, sum nú roynir at vinna gull ístaïn fyri at fáa silvur í bestu svensku deildini.

Í morgin, fríggjadagin 3. mai, kunnu Óli og lið hansara spæla seg í finalurnar við sigri á Kristianstad á heimavølli.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder