Flensburg-Handewitt vann við heili ellivu málum í Partille í síðstu viku, men í seinnu European League-fjórðingsfinaluni í gjár gjørdu Óli Mittún og Sävehof bart.
18-ára gamli hoyvíkingurin høgdi bóltin í málið hjá týska stórfelagnum nakrar ferðir. Trý av fýra málum hjá Óla síggjast omanfyri í videobrotinum, sum eisini byrjar við snildari fríspæling frá nummar 78.
Sí hæddarpunkt frá Dyn Handball omanfyri
Gott at taka við á vegnum hjá Óli Mittún og Sävehof, sum eru í gongd við at spæla seg í finalurnar um meistaraheitið í Svøríki.
Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt skulu spæla um gull í næststerkastu evropeisku kappingini í næsta mánaði. Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vera eisini í pottinum til hálvfinalulutakastið fríggjadagin.
Les meira: Óli og teir vunnu í Flensburg - liðið hjá Hákuni í hálvfinaluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald