Hondbóltur

Óli og teir vunnu í Flensburg - Liðið hjá Hákuni í hálvfinaluni

Seinnu 1/4-finalurnar í EL hilnaðust væl hjá liðnum hjá føroysku landsliðsspælarunum. Óli Mittún skoraði fýra mál í Týsklandi - Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál, og Flensburg er millum tey seinastu fýra.

Óli Mittún og Sävehof kunnu brúka sigurin í Týsklandi sinnisliga - avgerandi dystir um svenska meistaraheitið eru fyri framman

Óli Mittún og Sävehof kunnu brúka sigurin í Týsklandi sinnisliga - avgerandi dystir um svenska meistaraheitið eru fyri framman

2024-05-01 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnu fjórðingsfinalurnar í European League - næststerkastu kappingini hjá EHF - vórðu spældar í gjárkvøldið.

Tveir føroyingar vóru í eldinum. Tað var í Flensburg, har heimaliðið skuldi gera arbeiðið liðugt eftir stórsigurin í Svøríki. Hesaferð spældu bæði Simon Pytlick og Jóhan á Plógv Hansen, ið vórðu spardir í Partille. Teir vórðu javnsettir toppskjúttir hjá heimaliðnum saman við Johannes Golla.

Allir skoraðu fimm mál, men tað var ikki nóg mikið hjá týska stórfelagnum móti IK Sävehof, sum hesaferð fekk verjuna at sita betri, fekk fleiri bjargingar og stýrt leikferðini. Málverjin Kevin Møller varð spardur, og bert fimm Flensburg-bjargingar vóru. 

Óli Mittún skoraði fýra mál - nøkur heilt flott - og hann og liðfelagirnir vístu seg ógvuliga væl fram á stóra pallinum. Hetta er væl hægri stig enn vanligt hjá svenska liðum, og tað at sum heild vera millum tey seinastu átta í hesi kappingini er stórur sigur hjá Sävehof.

Sí eisini: Óli: - Hetta var eitt heilt hægri stig

Tað eydnaðist eisini at sigra í Flensburg og harvið gerast fyrsta útiliðið, sum vinnur har í hesi kappingini í 2023/2024. Tað var 11-15 í steðginum, heimaliðið var í gongd við at venda tí, men Óli og Sävehof endaðu sterkari og vunnu 29-28.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen spældi eina góða fjórðingsfinalu, og Flensburg er ímillum tey seinastu fýra í kappingini (Mynd: EPA)

Sí eisini: Jóhan á Plógv Hansen: Haldi vit eru í topp-fimm í heiminum í mun til hóp

Samanlagt vann Flensburg-Handewitt við tíggju málum, og trý týsk feløg eru ímillum tey seinastu fýra, sum skulu kappast um gullið í Hamborg. Hini eru Rhein-Neckar Löwen og Fücshe Berlin.

Júst Fücshe var nakað kroyst eftir javnleik í fyrra dystinum á heimavølli. Tað eydnaðist tó liðnum hjá Hákuni West av Teigum at vinna greitt móti fronsku steypavinnarunum: 37-30

Álopsspælið koyrdi væl, og málverjarnir hjá Nantes høvdu bert tríggjar bjargingar. Serliga Lasse Andersson, Max Darj og Hans Lindberg vóru í hopla. Síðstnevndi var tryggur av høgra vongi og við brotskøstum, og Hákun spældi ikki í dystinum.

[object Object]
Hákun spældi ikki hesaferð, men hann kundi fegnast um góðan sigur hjá liði sínum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vinnarnir frá í fjør er harvið víðari. Lutakastið til EHF Finals - hálvfinalurnar - verður fríggjadagin.

European League seinnu fjórðingsfinalur - føroyingar

Nantes - Fücshe Berlin 30-37 (16-18)
Hákun West av Teigum sat á bonkinum allan dystin

Tøl: HER
Hæddarpunkt: 
HER

Flensburg-Handewitt - IK Sävehof 29-28 (11-15) - Flensburg víðari
Jóhan á Plógv Hansen 5/6 (mál/skot)
Óli Mittún: 4/5 (mál/skot)

Tøl: HER
Hæddarpunkt: HER

Umframt Flensburg og Fucshe eru Rhein-Neckar Löwen og rumenska stórfelagið Dinamo Bucuresti í hálvfinalunum. Lutakastið verður fríggjadagin 3. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder