Partille, Svøríki (Portalurin):- Tað er eingin loyna, at vit hava tapt nakrar keðiligar og dýrar dystir í seinastuni: Hálvfinaluna í steypakappingini og so okkara fyrsta tap á heimavølli móti Magdeburg sum kostaði. So vit vóru tendraðir fyri at vísa, at vit eru betur enn tað. Tað haldi eg eisini, at vit fáa víst í dag.
Soleiðis tók Jóhan á Plógv Hansen samanum, tá Portalurin prátaði við havnarmannin í snotilig styrkishølunum hjá IK Sävehof. Hetta var í gjárkvøldið eftir sannførandi 41-30 sigur hjá Flensburg-Handewitt á Óla Mittún og IK Sävehof.
Sí eisini:
Flensburg-Handewitt setti Sävehof uppá pláss
Óli:- Hetta var eitt heilt annað stig
Jóhan koyrdi eina venjingarskrá ígjøgnum, tí hann spældi ikki. Hælsinan hevur aftur darvað skjótt 30-ára gamla høgra vongin seinastu tíðina. Jóhan sigur, at norðmaðurin Aksel Horgan eisini hevur vant og spælt væl í seinastuni, so í gjár fekk hann møguleikan á høgra vongi í 60 minuttir.
Tað er trongligt á høgra vongi á danska landsliðnum, sum Jóhan á Plógv hevur umboðað seinastu mongu árini. Jóhan verður ikki við til fyrireikingardystir í mai, men hetta broytir sum einki, sigur 29-ára gamli havnarmaðurin við Portalin (Mynd: EPA)
Møguliga spælir føroyingurin seinna dystin móti Sävehof - tað er eisini ein dystur í Bundesliguni móti Leipzig fríggjakvøldið. Jóhan á Plógv Hansen er nakað slitin beint nú og darvaður av hælsinuni, har hann í fleiri ár hevur havt trupulleikar. Tað ger eisini, at Nikolaj Jakobsen valdi at raðfesta øðrvísi í úttøkuni til OL-fyrireikingardystirnar.
- Eg tosaði við Nikolaj Jakobsen sunnudagin, áðrenn landsliðið varð úttikið. Hann segði, at hetta sum so ikki broytir nógv, í mun til OL og kappingina um tað plássið. Helt tó kanska tað var eitt fínt tíðspunkt, nú man er eitt sindur slitin fysiskt og mentalt, at geva einum ungum spælara møguleika og hyggja eitt sindur eftir. Hann kennir meg og veit hvat hann fær, og so fáa vit at síggja, hvussu verður í summar.
Jóhan var við til OL í 2021. Tá hevði Danmark bert ein høgra vong við, og soleiðis verður allarhelst eisini hesaferð. Bert 14 spælarar sleppa á dómaraseðlan - i mun til 16 vanliga - og nú Niklas Kirkeløkke verður nýttur nakað á vonginum, so er tað øllum at døma hørð kapping millum Hans Lindberg og Jóhan á Plógv Hansen. Ungi Oskar Vind úr GOG, ið sipað verður til omanfyri, er helst ikki í myndini til tað enn. Til venjingardystirnar í mai verða vengurinir úr Bundesliguni spardir nakað.
Flensburg-Handewitt kann meira enn hetta
Sum Jóhan á Plógv var inni á, so hevur tað ikki gingið eftir ætlan hjá Flensburg-Handewitt í ár. Har er kravið at kappast um týska meistaraheitið og helst spæla Champions League hvørt ár. Tí er European League umráðandi nú.
- Vit hava roynt at jagstra øll trý steypini í ár, Tíverri sær tað ikki gott út í Bundesliguni, og steypakappingin er farin, so er tað bara European League eftir. Vit vilja gera alt fyri at vinna hesa kappingina, og í dag fáa vit eitt gott úrslit á útivølli, og vónandi gera vit tað liðugt á heimavølli í næstu viku.
Kann man so vænta at tit fara at vera sterkari næsta kappingarár?
- Persónliga haldi eg, at vit hava topp-fimm lið í heiminum. Bundesligan er ógvuliga hørð: Magdeburg er eitt heilt fantastiskt lið, Berlin stendur seg eisini ógvuliga væl, men vit vilja sjálvandi meira enn eitt 3. pláss. Tað er ikki fyri at koma við umberingum, men vit hava verið óhepnir við skaðum í ár, har millum annað Simon Pytlick hevur verið úti stóran part av árinum, - Kay Smits tað sama. Tveir ógvuliga týðandi spælarar, sum venjarin hevði risastórt álit á og bygdi spælið rundan um. Vit aðrir hava tikið ábyrgd í løtum, men vit hava mist ov nógv býtt stig serliga á útivølli. Tað er ikki nóg gott, men nú skulu vit hava gullið í European League, 3. plássið í Bundesliguni, og so koyra vit á aftur næsta ár.
Jóhan á Plógv Hansen spældi ikki ímóti Óla Mittún, men heilsaði uppá 18-ára gamla hondbóltsúrmælingin úr Hoyvík í gjár. Vit spurdu eitt sindur inn til, hvussu Jóhan sær uppá yngra spælaran og framtíð hansara, og royndi vongurin var greiður:
- Óli er óluksaliga dugnaligur. Man sær at hann fær stór álit frá venjaranum, og tað er ein góð orsøk til tað. Í mínum eygum er hann besti spælari hjá Sävehof. Hann kemur við einari øðiligari ferð, hevur eitt gott skot og eisini gott yvirblikk; finnir liðfelagarnar væl. Eri rættiliga vísur í, at Sävehof ikki megnar at hava hann í fleiri ár afturat. Eg gangi útfrá, at tað eru fleiri feløg, sum vilja hava fatur á honum.
Sí eisini: Óli Mittún varð javnsettur toppskjútti
Flensburg-Handewitt og IK Sävehof spæla aftur týskvøldið 30. apríl í Týsklandi. Flensburg er ein av favorittunum at vinna European League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald