Partille, Svøríki (Portalurin): Tað var ein troyttur Óli Mittún, sum kom spákandi frá skiftingarrúminum hjá Sävehof yvir í "Mixed Zone" í Partille Arena. Hann og liðfelagirnir hava fyri løtu síðani tapt 41-30 móti týska stórfelagnum Flensburg-Handewitt.
- Hetta er eitt heilt annað stig, enn hvat vit eru vanir við. Man skal brúka 100 prosent megi fyri at sleppa framvið bara einaferð. Tað er rættiliga strævið, og so kemur Emil Jakobsen eisini rennandi í kontra við 100 km/t.
Ungi hoyvíkingurin viðurkennir, at her var svenska liðið við undirlutan fysiskt. Hondbóltsevnunum hjá týsku, donsku, slovensku og svensku landsliðsspælarunum hinumegin biltu heldur einki, og at eitt ávíst trýst var á favorittunum úr Flensburg, helt Óli vera eyðsæð.
- Fysikkurin hjá teimum var ein stór avbjóðing. Hannover, sum vit vunnu á her kortsíðani, hava líknandi fysikk, men bara ikki líka góðar hondbóltsspælarar. Her er nógv góðska. Teir hoppa heldur ikki bara upp og skjóta men spæla væl. Hetta er kanska ein av heimsins bestu liðnum, sjálvt um teir ikki hava havt eitt gott kappingarár. Flensburg hevur sum so bara European League at spæla um nú, og um teir ikki høvdu vunnið nú, so hevði liðið og venjarin verið trýst. Eitt sindur ein alt-ella-einki uppgerð fyri teir og tað sá man.
Óli Mittún tók nógvar nærdystir við krútsterka Johannes Golla og hinar (Mynd: Agnar Prestá)
Óli Mittún er tó greiðir yvir, at slíkir dystir kunnu geva honum og liðnum nógv:
- Fyri tað fyrsta er tað stuttligt at spæla frammanfyri einari fullari høll. Tað hava vit ongantíð roynt fyrr. Og so ímóti einum slíkum liði við so stórum stjørnum er sjálvandi mennandi og stuttligt. Og aftur: Man sær hvussu nógv hesin dysturin merkti fyri teir.
At hvirluvindurin úr Hoyvík fer at spæla á hægri stigi enn IK Sävehof einaferð, er helst øllum, sum hava fylgt honum eitt sindur seinastu árini, greitt. Vit spurdu hann eftir dystin móti Bundesliga-liðnum í kvøld um, til ber at siga nakað um nær hetta kann væntast at henda. Óli smíltist eitt sindur og staðfesti, at tað er ikki heilt í tonkunum nú. Hann hevur tvey ár eftir av sáttmálanum: Kann enda við at hann spælir her til 2026, og kann henda seg, at eitt skifti kemur áðrenn.
Nú skal nummar 78 hugsavna seg um hálvfinalur í Svøríki. Tær eru ímóti Kristianstad; har er longu 1-0 í dystum til Óla Mittún og hinar, og hann slær fast, at nakað er at løna aftur eftir finalutapið í fjør. Hálvfinala nummar tvey er á skránni í Kristianstad fríggjakvøldið. Tríggir sigrar skulu til fyri at fáa finalupláss í Svøríki.
Óli Mittún gjørdist javnsettur toppskjútti hjá sínum liði og legði eisini upp til nógv mál - sí tøl frá dystinum og les meira niðanfyri:
European League - fyrru fjórðingsfinalur við føroyingum
Í kvøld, mikudagin 23.04
IK Sävehof - Flensburg-Handewitt 30-41 (14-22)
Toppskjúttar:
Emil Jakobsen 9 mál, Johannes Golla 7 mál, Lasse Møller 6 mál
Emil Berlin 6 mál, Óli Mittún 6 mál (fimm upplegg)
Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 4-6
15 min: 5-10
20 min: 9-15
25 min: 12-19
30 min: 14-22
35 min: 16-24
40 min: 18-28
45 min: 23-32
50 min: 26-34
55 min: 30-37
60 min: 30-41
Sí eisini: Flensburg-Handewitt setti Sävehof uppá pláss
Hagtølini hjá Óla Mittún
Mál: 6 (1)
Skot: 9
Skotteffektivitetur: 66,6 prosent
Upplegg (seinasta alvering áðrenn mál ella vunnið brotskast): 5
Tekniskar villur: 3
Jóhan á Plógv Hansen sat á bonkinum hjá Flensburg-Handewitt allar 60 minuttirnar. Hetta var millum annað tí, at havnarmaðurin er darvaður av hælsinuni.
Sí eisini: Óli Mittún var javnsettur toppskjútti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald