Hondbóltur

Óli Mittún varð javnsettur toppskjútti

Ungi føroyski spælskiparin hjá Sävehof legði eisini upp til fleiri mál og fekk víst seg væl fram í løtum móti Flensburg-Handewitt. Nøkur lýti vóru eisini.

2024-04-23 20:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Partille, Svøríki (Portalurin): Teir høvdu tað tungt móti tungu dreingjunum hjá Flensburg-Handewitt. Kropsligi munurin var eyðsýndur, tá Sävehof tók ímóti týska stórfelagnum Flensburg-Handewitt, og tað var týðiliga eisini hægri góðska hjá einum av teimum fremstu í Bundesliguni.

Óli Mittún bjóðaði væl av serliga fyrstu løtuna og eina løtu í 2. hálvleiki, tá hann var komin aftur á vøllin. Tá eydnaðist tað heilt væl hjá 18-ára gamla føroyinginum, sum til dagliga ikki møtir slíkari mótsstøðu. Hann vísti tó í løtum veruliga, hvat hann kann: Við ymiskum sløgum av málum, ferð, spælskili og snildni.

[object Object]
Óli Mittún skuldi inn at taka nógvar nærdystir við tungar mans, sum eru ógvuliga dugnaligir (Mynd: Agnar Prestá)

Nøkur mistøk sníktu seg eisini inn, og fleiri ferðir eydnaðist ikki at seta trýst á, men teir umleið 45 minuttirnar Óli spældi, sá tað samanlagt gott út. At føroyingurin kann spæla á hægri stigi enn í Svøríki er eyðsæð.

Samanlagt gjørdist Óli javnsettur toppskjútti hjá IK Sävehof í 30-41 tapinum fyri Flensburg-Handewitt.

Sí hagtølini hjá Óla Mittún her:

Mál: 6 (1)
Skot: 9

Skotteffektivitetur: 66,6 prosent

Upplegg (seinasta alvering áðrenn mál ella vunnið brotskast): 5

Tekniskar villur: 3

Jóhan á Plógv Hansen sat á bonkinum hjá Flensburg-Handewitt allar 60 minuttirnar. Hetta var millum annað tí, at havnarmaðurin er darvaður av hælsinuni. 

Portalurin hevur tó tosað við høgra vongin hjá týska felagnum og spælskiparan hjá Sävehof. Meira seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder