Hondbóltur

Flensburg-Handewitt setti Sävehof uppá pláss

Heimaliðið skoraði 30 mál - Óli Mittún seks teirra - men tað var ikki nóg mikið til at fáa spenning í móti Bundesliga-liðnum..

Óli Mittún í atsókn móti Golla og hinum. Í nøkrum løtum eydnaðist tað heilt væl hjá unga hoyvíkinginum. Havnarmaðurin Jóhan á Plógv varð spardur í Svøríki (Mynd: Agnar Prestá)

Óli Mittún í atsókn móti Golla og hinum. Í nøkrum løtum eydnaðist tað heilt væl hjá unga hoyvíkinginum. Havnarmaðurin Jóhan á Plógv varð spardur í Svøríki (Mynd: Agnar Prestá)

2024-04-23 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Partille, Svøríki (Portalurin): Í síðsta umfari feldi Sävehof Hannover-Burgdorf úr Bundesliguni við einum serliga framúr avriki her í Partille. Í fyrru fjórðingsfinaluni í European League var Flensburg-Handewitt tó ein alt ov stórur biti. Týska stórfelagið spældi við fullum útblástri og var fysiskt fullkomiliga omaná. Stóri munurin á ellivu mál ger, at uppgerðin er so at siga heilt avgjørd áðrenn seinna dystin um eina viku.

IK Sävehof megnaði annars at fylgja við fyrstu løtuna. Hetta tí at tað eydnaðist at skora uppá flestu álopini. Har var Óli Mittún umráðandi. 18-ára gamli føroyingurin hevði næstseinastu ella seinastu hond á teimum fimm fyrstu málunum hjá heimaliðnum, og eftir 11 minuttir var 5-6.

Simon Möller hevði eisini havt tvær bjargingar tá, men so gekk skjótt niðureftir hjá teimum í gulum og svørtum. Tað var eyðsæð beinanvegin, at Flensburg – við millum annað Jim Gottfridsson og Lasse Møller í bakketuni – als ikki hevði trupulleikar at spæla seg til góðar málmøguleikar. Sterku strikuspælararnir Johannes Golla og Lukas Jørgensen vóru tryggir í dag og Emil Jakobsen á vinstra vongi varð toppskjútti við 9 málum.

Á hinum vonginum er Jóhan á Plógv Hansen vanliga fyrsta val, men í dag fekk norðmaðurin Aksel Horgen møguleikan. Havnarmaðurin sat á bonkinum allar 60 minuttirnar, og sá sínar liðfelagar koyra á. Tað var sum oftast ógvuliga effektivt, og munurin fór upp um fimm mál, beint eftir at farið var undir seinna helming av fyrra hálvleiki.

Flensburg skoraði heili 22 ferðir í fyrra hálvleiki. Sävehof hevði tað í løtum heilt tungt í álopinum eisini. 7 ímóti 6 hjálpti eitt sindur uppá tað. Óli fekk ikki heilt sett trýst á við síni ferð sum fyrri hálvleikur leið – Golla og hinir stóðu væl. Hoyvíkingurin spældi eisini bert tvey álop í yvirtali fyrstu tíggju minuttirnar av 2. hálvleiki. Hann tyktiskt at hava tørv á longri hvíld, og kom eisini væl inn við trimum málum innan stutta tíð: Einum góðum skoti, einum hepnum brotskasti móti Kevin Møller og einum frekum skrúara.

Sävehof fekk meira gongd í álopið hesa løtuna og royndi at syrgja fyri at tapið ikki gjørdist ov ljótt. Eina løtu minkaði munurin, men so tykiskt orkan at ganga undan hjá teimum á heimaliðnum.

Liðini spæla seinna dystin í Flensburg næsta týskvøld (30. apríl). Áðrenn tað hevur IK Sävehof aðru SM-hálvfinaluna móti Kristianstad á skránni. Hon er á útivølli fríggjakvøldið – Óli og teir vunnu tí fyrstu greitt. Jóhan á Plógv og Flensburg skulu til Leipzig fríggjakvøldið. Liðið endar helst aftur á European League-plássið – 3 ella 4 – í ár.

European League - fyrru fjórðingsfinalur við føroyingum
Í kvøld, mikudagin 23.04

IK Sävehof - Flensburg-Handewitt 30-41 (14-22)

Toppskjúttar: 
Emil Jakobsen 9 mál, Johannes Golla 7 mál, Lasse Møller 6 mál
Emil Berlin 6 mál, Óli Mittún 6 mál (fimm upplegg)

Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 4-6
15 min: 5-10
20 min: 9-15
25 min: 12-19
30 min: 14-22
35 min: 16-24
40 min: 18-28
45 min: 23-32
50 min: 26-34
55 min: 30-37
60 min: 30-41

Áskoðaratal: 4.400
 

19.45: Füchse Berlin - Nantes (Hákun West av Teigum)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder