Um vikuskiftið luttóku fleiri av føroysku landsliðsleikarunum í badminton í kapping í tvímansleiki í Valby.
Felags fyri Miriam í Grótinum, Rúna Øster, Magnusi Dal-Christiansen, Jónasi Djurhuus og Árant á Mýruni er, at tey eru búsitandi í Danmark.
Badmintonssambandið skrivar, at hetta gekst bara heilt væl, tí føroyingar fóru avstað við gullheiðursmerkjunum í øllum finalunum í A-bólkinum.
Meira gull til Miriam í Grótinum (Myndir: Badmintonssamband Føroya)
Í blandaðum tvímansleiki vunnu Miriam í Grótinum og Rúni Øster. Miriam í Grótinum vann eisini finaluna í tvímansleiki hjá kvinnum - hetta saman við donsku Thea Sisse Rink.
Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster vunnu í tvímansleiki hjá monnum vunnu. Í hálvfinaluni har møttu Magnus og Rúni sínum landsliðsfeløgum Jónas Djurhuus og Árant á Mýruni, har dystarmyndin niðanfyri er frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald