DM í frælsum ítrotti fyri ung var í Greve um vikuskifti. Íðkarar frá Treystinum og Hvirluni luttóku og stóðu seg væl, og Bragdið fekk eisini fleiri heiðursmerkji.
Fyri Bragdið vunnu Andreas Bjarnastein Antoft og Eiri Jógvansson Glerfoss hvør sítt silvurmerki í rimarenning. Hetta var í ávíkavist 110 og 100 m í bólkunum D17 og D15. Báðir settu føroyskt bólkamet í greinunum.
Andreas var als ikki liðgur við at gera um seg; hann megnaði at vinn gull í longdarlopi.
Eiri fekk eisini bronsu í trýstøkk, og systurin Bára Jógvansdóttir Glerfoss vann silvur í trýstøkk.
(Eiri Glerfoss og Andreas Antoft - Mynd: Jógvan Glerfoss)
Eins og hini føroysku feløgini, umboðaði íðkararnir hjá Bragdinum eitt dankst felag í kappingini. Hetta innibar millum annað, at rennarar hjá Bragdinum runnu stafettir saman við sínum liðið, ið var Hvidovre Am, og har stóðu tey seg væl:
4x100 m boðrenning
G 22: Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Elisabeth Holm Simonsen - gull
G 19: Teresa Fríðríksdóttir Bláhamar og Bjørg Jensen - silvur
D 17: Andreas Bjarnastein Antoft - silvur
(Margit vann tvey gull á rennibreytini og eitt bronsuheiðursmerki í trýstøkk - her á Oyggjaleikunum)
Margit Weihe Fríðmundsdóttir gjørdi eisini bart, tá hon rann sjálv. Hon vann gull á 200 metrum við tíðini 27.05. Umframt hetta fekk hon bronsu í trýstøkk.
(Alda, næstuttast til høgru, endaði stutt frammanfyri Elisabeth, uttast til høgru - Maria Biskopstø ið er uttast til vinstru, vann gull í rimarenning)
Alda Sigurdsdóttir Lamhauge, ið rann saman við Margit á Oyggjaleikunum, umboðaði Frederiksberg IF, endaði beint frammanfyri fyrrverandi Margit og Elisabeth Holm í 100 metrum fyri G20-22. Hetta tryggjaði Aldu bronsuheiðursmerki.
Yvirlit yvir kappingarnar og tíðirnar hjá teimum flestu úr Bragdinum kunnu síggjast her
Andreas B. Antoft:
Silvur í rimarenning og gull í longdarlop
Alda Sigurdsdóttir Lamhauge:
Bronsu í 100 metrum renning
Bára J. Glerfoss:
Silvur í trýstøkk.
Eiri J. Glerfoss:
Silvur í rimarenning og bronsu í trýstøkk
Margit Weihe Fríðmundsdóttir:
Gull á 200 metrum og bronsu í trýstøkk
Tilsamans: 8 heiðursmerki - Tvey gull, tvey silvur og trý bronsu.
Umframt tey trý - tvey gull og eitt silvur - í staffettunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald