Hondbóltur

Fleiri í kekkiska ferðalagnum hava fingið staðfest koronu - dysturin verður helst av ongum

Talan er um átta persónar, siga góðar keldur hjá Portalinum. Í løtuni er samskifti millum Hondbóltssambandið, evropeisku hondbóltssamgonguna og landslæknan um støðuna.

Fólk vóru spent til at sleppa til hondbóltslandsdyst á Hálsi aftur, men dysturin móti Kekkia varð av ongum (Mynd: Sverri Egholm)

Fólk vóru spent til at sleppa til hondbóltslandsdyst á Hálsi aftur, men dysturin móti Kekkia varð av ongum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-06 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár bórust tíðindini um, at høvuðvenjarin og hjálparvenjarin hjá Kekkia hava koronu. Teir fingu staðfest smittuna 2. januar og hava íhvussu er ikki verið í samband við hópin, sum hevur fyrireika seg til dystin móti Føroyum, síðani.

Les eisini: Venjarar hjá Kekkia smittaðir við koronu

Nú er tó greitt, at smittan hevur breitt seg í hópinum. Sambært góðum keldum hjá Portalinum fingu átta av teimum 22 persónum í kekkiska ferðalagnum staðfest koronusmittu við kanning við komu til landið seint seinnapartin í gjár.

Í løtuni er sum skilst samskifti millum Hondbóltssambandið, evropeisku hondbóltssamgonguna og landslæknan um støðuna. Tað er ógvuliga sannlíkt, at EM-undankappingardysturin verður útsettur ella avlýstur. 

Dysturin eru longu útsettur einferð. Fyrst í november var tað koronastøðan í Kekkia, ið leðgi meinbogar í vegin.

Meira kunning er á veg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder