Hondbóltur

Flensburg og Kiel vunnu sínar bólkar

Og eru týsku stórfeløgini beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar í European League saman við Montpellier og Bidasosa Irun.

Flensburg-Handewitt hevur nakrar skaðar at dragast við men er framvegis í góðari støðu, í mun til at endurvinna kappingina

Flensburg-Handewitt hevur nakrar skaðar at dragast við men er framvegis í góðari støðu, í mun til at endurvinna kappingina

2025-03-05 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjar veruliga at gerast spennandi í European League. Nú eru bert tólv lið eftir í næststerkastu evropeisku kappingini, og eftir landsliðssteðgin skulu átta av teimum spæla um pláss í fjórðingsfinaluni.

Fýra eru beinleiðis víðari, tí hesi vunnu sín bólk í meginumfarinum. Talan er millum annað um týsku stórfeløgini THW Kiel og Flensburg-Handewitt, sum ávikavist Elias Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen spæla við. Bæði vunnu týskarauppgerðir i gjárkvøldið og tryggjaðu sær harvið plássið.

Sí eisini: 
Elias á Skipagøtu av álvara flúgvandi í løtum
Hæddarpunkt frá dystunum

Play-off dystir umframt 1/4-finalur:

GOG - Benfica  - vinnarin møtir Flensburg í fjórðingsfinaluni
Limoges vs. Kriens-Luzern - vinnarin møtir THW Kiel í fjórðingsfinaluni
Gummersbach - Melsungen - vinnarin møtir Bidasoa Irún  í fjórðingsfinaluni
Porto - Toulousevinnarin møtir Montpellier í fjórðingsfinaluni

[object Object]
Mynd: EHF

Av tí at týska deildin er so sterk, og bert tvey lið koma í Champions League, so eru tað oftast lið í Bundesliguni, sum sita á European League - og vinna hana.

Í fjør var tað júst Flensburg-Handewitt. Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir vunnu á Füsche Berlin, liðnum hjá Hákuni West av Teigum, í finaluni.

Tað kann eisini gerast ein týsk finala við spælarum úr Føroyum hesaferð. Flensburg-Handewitt hevur Simon Pytlick og Kay Smits úti við ávikavist skaða og sjúku, men burdi havt heilt góðar møguleikar "á sínari síðu" við sínari styrki. 

Kiel verður stórfavorittur í sínari fjórðingsfinalu. Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðið eru væl fyri í løtuni.
[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið toppskjútti í teimum seinastu trimum evropeisku dystunum (Mynd: Sverri Egholm)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder