2020 var nógv merkt av korona, men sum heild gekk væl at avgreiða kappingarnar hjá FSF. Tá samanumkom vann Skála flest gull, meðan HB vann flest heiðursmerki tilsamans.
Um hugt verður burtur frá teimum avbjóðingum, ið korona gav farna kappingarári, gekk sum heild væl at avgreiða allar kappingarnar. Tað vara bara í Old Boys +35, at eingin vinnari bleiv funnin.
Samanlagt vann HB flest heiðursmerki í fjør. Í 2020 vann Havnar Bóltfelag tríggjar gull, seks silvur og tríggjar bronsu.
Hinvegin, so vóru tað KÍ og Skála, ið vunnu flest gullkrónur í part – nevniliga fýra. Umframt gull í landskappingini fyri U21 og í steypakappingini fyri U17 Dreingir, vann fremsta kvinnulið hjá klaksvíkingum eisini greipuna.
Skála vann gull í 2. deild hjá monnum, FM og steypakappingina fyri U18 Gentur, og steypakappingina fyri U15 Gentur. Av teimum fýra gull hjá Skála, vorðu tvær – greipan hjá U18-gentunum – vunnin sum felagslið saman við EB/Streymi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald