Annað

Fleyr fekk einki gjørt við Mjølnir í fyrru finaluni

Klaksvíkingar spældi væl og vunnu 3-0 í Badmintonhøllini. Mjølnir kann tryggja sær FM við at vinna trý sett á Hálsi leygarkvøldið.

2023-04-27 23:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrra FM-finalan hjá monnum var á skránni í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld. Undan dystinum var heimaliðið mett sum rímiliga greiður favorittur, og livdi Mjølnir eisini upp til hetta.

Tað leikaði annars javnt á fyrstu løtuna í fyrsta setti, men sum fráleið fór heimaliðið frá og vann við seks stigum.

Í 2. setti legði Fleyr betri út, men skjótt tók Mjølnir yvir. Heimaliðið fekk blokkin at sita og eisini sløgini. Leikandi venjarin Christian Imhoff kom av álvara í gongd, og Mjølnir koyrdi at enda ein tryggan sett-sigur heim.

Í seinasta setti var ongantíð veruliga nakar ivi. Fleyr fekk lagt nakað av trýsti á, tá Phil Freere servaði, men annars var Mjølnir omaná. Móttøkurnar hjá Símuni Poulsen og hinum vóru sum heild góðar, blokkurin var framvegis stinnur og sum setti leið, var tað bert ein spurningur um tíð.

Tað liggur til, at Mjølnir tekur føroyameistaraheitið og harvið eisini greipuna. Fleyr skal fyrst vinna trý sett og síðani eitt gullsett í seinni finaluni leygardagin fyri at vinna FM. Tann dysturin byrjar klokkan 17.

FM-finalur
Fyrra finalan hjá monnum: 
Í kvøld, Hósdagin 27. apríl - Klaksvíkar Badmintonhøll
Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-19, 25-20, 25-16)

Seinna finalan: Leygardagin 29. apríl kl. 17.00 á Hálsi

Kvinnur: SÍ - Fleyr (1-0)
Fyrra finalan: Í gjár 26/4: SÍ-Fleyr 3-0 (25-21, 25-18, 25-20)
Seinna finalan: Leygardagin 29. apríl kl. 14.00 á Hálsi

Les eisini: 
SÍ var sannførandi í fyrru finaluni
FM verður avgjørt leygardagin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder