Annað

Fleyr í finaluni eftir spennandi dyst

Mennirnir hjá Fleyr vóru omaná ímóti ÍF og vunnu 3-1.

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2019-02-16 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at ÍF hevur vunnið 3-2 á Fleyr seinastu tveir dystirnar í landskappingini,  svaraði Fleyr aftur í dag, tá liðini hittust til hálvfinalu í Badmintonhøllini í Klaksvík. Talan var um ein góðan og undirhaldandi dyst

Dysturin var eisini javnur; ÍF vann fyrsta sett eftir nakrar eyka bóltar. Tey næstu trý settini var Fleyr omaná, men fuglfirðingar trýsti teir allan vegin. Men í dag var tað  Fleyr, sum var betri tá ástóð. ÍF misti nakrar týðandi bóltar, og teir bláu í Havn, við góðum uppbakningi frá sínum áskoðarum, vunnu 3-1. 

Sostatt verður tað Fleyr, sum skal royna at koppa Mjølni í steypafinaluni 2. mars. Higartil hevur Mjølnir vunnið allar sínar dystir í landskappingini, og fyrr í dag vann Mjølnir 3-1 á SÍ í hinari hálvfinaluni

Fleyr - ÍF 3-1 
26-28, 25-20, 25-23 og 26-24.

Seinasta hálvfinalan er júst farin í gongd. Fysturin er millum kvinnurnar hjá Fleyr og Mjølni – vinnarin skal spæla í steypafinaluna móti SÍ 2. mars. Dysturin kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder