Steypakappingin, menn:
Fleyr – Mjølnir 3-1 (18-25, 25-22, 25-23, 25-21)
Fleyr vann í kvøld 3-1 á Mjølni í bólkaspælinum í steypakappingin, og tað merkir, at kappingin er púra opin um, hvør vinnur sær fyrsta plássið í bólkinum, og í hálvfinaluni tí sleppur at spæla ímóti nr. 4, sum í løtuni ÍF, sum er meint rakt av, at lyklaleikarar hava skaða.
Tað var annars Mjølnir sum vann fyrsta sett 25-18, eftir at Fleyr hevði verið frammanfyri til 10-10.
Í øðrum setti var tað øvugt; Fleyr javnaði til 10-10 og fór undan og vann 25-22.
Mjølnir svaraði aftur í triðja setti og legði seg á odda 9-4, og 23-19. Rói Hentze minkaði so um munin til 20-23 við fínum smassji , áðrenn hann fór at serva, og tað gjørdi hann restina av settinum. Við serviessi gjørdi hann tað til 24-23 til Fleyr, áðrenn Mattias Nolsøe Isaksen avgjørdi settið við postkassa.
Í fjórða setti gekk javnt á til 14-14, tá Fleyr vann seg avgerandi framum og gjørdi tað til 20-16. Mjølnir minkaði aftur um munin til bert eitt stig og gjørdi tað til 21-22 við smassji frá Jóhan Arna Elisson Wang, men næsta servan frá Mjølni fór í netið. Dystarbóltinum tók leikandi venjarin hjá Fleyr, Phil Freere, sær av sjálvur og avgjørdi dystin við serviessi oman í vinstra horn.
Støðan í bólkinum sær nú soleiðis út:
Lið Dystir / Stig
Fleyr 3 / 6
Mjølnir 3 / 6
SÍ 2 / 5
ÍF 2 / 1
Ternan 2 / 0
Hálvfinalurnar verða spælda í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald