Annað

Flogbóltskvinnurnar komnar til Ísrael

Føroysku flogbóltskvinnurnar spæla í morgin móti Ísrael í triðja dystinum í hesari undankappingini.

(Mynd: Christian Nagata)

(Mynd: Christian Nagata)

2022-08-26 09:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seint í gjárkvøldið komu føroysku flogbóltskvinnurnar til Ísrael. Kl. 17.30 í morgin leika tær tann triðja dystin í hesi undankappingini.

Talan verður aftur um torføran dyst, tí Ísrael vísir styrki á heimavølli.

Triði dysturin hjá føroysku kvinnunum verður í morgin kl. 17.30 í Enerbox Sport Palace í Hadera, sum liggur stutt norðanfyri Tel Aviv í Ísrael.

Liðið kom rættuliga seint fram í gjárkvøldið, so fyrsta venjingin hjá teimum verður seinnapartin í dag.

Føroysku kvinnurnar eru í eini tilgongd, har tær venja seg við hørðu mótstøðuna og høga leikliga stigið.  Í 1. settinum móti Rumenia vístu tær, at tær væl kunnu seta seg upp ímóti sterkum liðum. Her var tað serliga Súsanna Ludvig, sum í føroyska álopspartinum og blokkinum skarðaði framúr og ferð eftir ferð tók Rumensku leikararnar á bóli.

Ísrael tapti stórt á útivølli móti Rumenia, men á heimavølli sunnudagin spældi liðið væl móti sterka Kroatiska liðnum og tapti 3-1. Her vóru tað serliga nr. 10 Malik og nr. 7. Gamanovich sum spældu væl. Gamanovich var annars eitt av veiku liðunum á Ísraelska liðnum móti Rumenia, so spennandi verður at síggja, um Ísraelska liðið heldur stigið, ella um leikligu avrikini eru eins svingandi og úrslitini benda á.

Dysturin verður kl. 17.30 í morgin og sæst á eurovolley.tv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder