Annað

Flogbóltskvinnurnar skulu reisa seg

Vit skulu hava eitt munandi betri úrslit í hesum dystinum enn ímóti Kroatia, sigur Lars Engel, landsliðsvenjari. Uppgávan móti Rumenia í høllini á Hálsi í kvøld verður tó sera stór.

2022-08-24 12:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 3. setti í dystinum móti Kroatia sunnukvøldið, ið var tann fyrsti í undankappingini, vístu føroysku kvinnurnar gott spæl, 15 bóltar vórðu vunnir, og tað stigið skal haldast, um tær skulu fáa eitt gott úrslit í dagsins dysti ímóti Rumenia.

Avbjóðingin hjá føroysku kvinnunum í byrjanini av dystinum í Kroatia var allarhelst mental og ikki teknisk, tí hetta var fyrsta ferðin at leikararnir møttu so sterkari mótstøðu. Tá hendan avbjóðingin hevði lagt seg og kvinnurnar sóðu seg hava møguleika at vinna teir bóltar, sum tær vanliga gera, gjørdist dysturin ein annar.

- Hendan gongdin skal halda áfram í dystinum móti Rumenia, sigur Lars Engel, høvuðsvenjari. Vit skulu hava eitt munandi betri úrslit í hesum dystinum enn ímóti Kroatia og so skulu vit vinna sett ella dyst ímóti Ísrael.

Aftur í dag møta føroysku kvinnurnar einum krútsterkum liði. Miðalhæddin í álopspartinum á rumenska liðnum er 184 cm. Flestu leikararnir á rumenska liðnum hava sína dagligu gongd í bestu deildini í Rumenia, men einstakar leika í bestu italsku deildini, sum er mett sum hin besta í heiminum.

Dysturin verður leiktur kl. 19.00 í høllini á Hálsi, og atgongumerki kunnu keypast her ella við dyrnar. Rás 1/Televarpið vísir dystin.

Flogbóltssamband Føroya

Les eisini: Taka ímóti Rumenia í kvøld




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder