Annað

Flogbóltur: U17 dreingir til NEVZA kappingina

U17 dreingjalandsliðið í flogbólti skal eins og genturnar luttaka í CEV-NEVZA kapping í Danmark í døgunum fra 14. til 16. oktober..

2024-10-01 12:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Venjararnir Vukasin Nedeljkovic og Mattias Nolsøe Isaksen hava úttikið 12 dreingir til kappingina í Ikast í Danmark.

Útriknu leikararnir eru hesir: Aftarst frá vinstru: Hans Jacob Gaard Petersen, Micah Lukama, Óli Kluftá Hvítklett, Hákun Nón og Róar í Haraldstovu

Frammanfyri frá vinstru: Brandur Edvard Olsen, Jóhannes Johansen, Ingolf Olsen og Jóhan Kass Henriksen.

Harafturat eru Lukas Poulsen, Rani Ákason og Matheo Eystberg úttiknir. 

Saman við gentunum fer ferðalagið til Danmark hin 13. oktober og er aftur í Føroyum 17. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder